-Eg havi fyri langari tíð síðani boðað Tim Cook frá Apple frá, at eg vænti at teirra iPhone’s sum verða seldar í USA, verða framleiddar og bygdar í USA, ikki í India ella aðrastaðni, skrivar Trump á Truth Social.
-Um tað ikki er so, skal ein tollur uppá minst 25% rindast av Apple til USA."
Tað er ógreitt, um Trump hevur loyvi at rætta seg móti einstøkum fyritøkum við tolli.
Tá Trump sjálvur var spurdur um sítt vald til at gera hettar mikudagin. Hann vísti tá á, at hann ikki bara fór at rætta seg móti Apple. Samsung og aðrir telefonframleiðarar kunnu fáa líknandi toll seinast í juni, segði hann.
Trump hevur seinastu dagarnar, ikki verið bangin fyri at lopið munnliga á amerikanskar fyritøkur, sum hava ávarað um ávirkanina av hansara tolli. Eitt nú hevur hann havt eitt lítið stríð við Walmart og Amazon.