Ongi úrslit

Trump steðgar stuðli til grunn í Grønlandi

- Hetta merkir, at verkætlanirnar, sum vit áttu at farið undir, ikki koma á mál.

Edvin H. Niclasen
11. februar kl. 21:43

Ein nýggj verkætlan, sum skuldi styrkja nýskapan og íverksetan í ungdómsútbúgvingunum, varð noydd at steðga, áðrenn hon slapp at byrja.

Næmingar og lærarar kring landsins ungdómsútbúgvingum høvdu glett seg til at fáa undirvísingartilfar um íverksetan.

Men Grunnurin fyri íverksetan, sum hevur ábyrgdina av at undirvísa lærararnar og menna undirvísingartilfarið til næmingarnar, hevur noyðst at niðurleggja allar teirra ætlanir.

Sambært Nukappiaraq Kristiansen, sum er økisleiðari í Grunninum fyri íverksetan og fyrrverandi fólkaskúlalærari, var áhugin frá útbúgvingarstovnunum annars stórur. Tí ørkymlar tað hann, at teirra ætlanir nú eru settar í bíðistøðu.

- Hetta merkir, at verkætlanirnar, sum vit áttu at farið undir, ikki koma á mál. Tað rakar nógv fólk – bæði lærarar og næmingar, greiðir Nukappiaraq Kristiansen frá.

Avlýsingin av samstarvinum hevur við sær, at ungdómsútbúgvingarnar mugu bíða við undirvísing og undirvísingartilfari, til peningur aftur er í grunninum.

Tað eru serliga tey ungu, sum verða harðast rakt, sigur Nukappiaraq Kristiansen:

- Okkara mál er at gera hugskotini hjá teimum ungu til veruleika. At læra tey, hvussu tey byrja eina verkætlan og ábyrgdina, sum fylgir við. Tað eru ikki pengar til tað nú, sigur hann.

Endi á samstarvinum

Tað snýr seg um eitt samstarv millum felagsskapin USAID (United States Agency for International Development) og grunnin fyri íverksetan - Kalaalit Nunaat, sum er steðgað. Tað hendi, eftir at Donald Trump, forseti, í síðstu viku undirskrivaði eina kunngerð, sum tálmar stórar partar av altjóða stuðlinum hjá USAID.

Sum avleiðing av tí eru stívliga 717.000 kr, sum áttu at farið til undirvísingarlærarar og tiltøk til ungdómsmenning, sostatt ikki longur tøkar.

- Vit fingu at vita, at allar ætlanir og verkætlanir, sum eftir ætlan skuldu í gongd, máttu niðurleggjast beinanvegin, sigur Jacob Nitter Sørensen, nevndarformaður í Grunninum fyri Íverksetan - Kalaal Nunat.

Trump tók í hondbremsuna

Amerikanska hjálpin er seinkað, eftir at Donald Trump, forseti, fastfrysti næstan alla fíggingina frá USAID og sendi nøkur starvsfólk heim í 90 dagar. Forsetin hevur áður kallað leiðsluna í felagsskapinum fyri "radikalar ørvitisknokkar" og hevur síðani hótt felagsskapin við at steingjast. Avgerðin er tikin umleið ein mánað eftir, at Donald Trump, forseti, bjóðaði seg fram at keypa Grønland aftur.

Í 2021 fekk grunnurin fyri íverksetan 450.000 dollarar frá USAID, svarandi til góðar tríggjar milliónir krónur, sum millum annað hava verið brúktar til undirvísing og tiltøk fyri børn og ung í fólkaskúlanum. Av teimum trimum milliónunum skulu 717.000 krónur brúkast til undirvísingartilfar til ungdómsútbúgvingina - men teir pengarnar sleppur grunnurin ikki at brúka kortini.

Samstarvið steðgað

Sambært nevndarformanninum í Fonden for Entreprenørskab, Jacob Nitter Sørensen, hevur samstarvið við USAID annars verið gott. Tí er hann eisini harmur um, at samstarvið steðgaði so knappliga.

- Vit eru mest kedd av, at allar okkara verkætlanir við ungdómsútbúgvingum eru settar í bíðistøðu, sigur hann.

Fyribils er verkætlanin sett í bíðistøðu, men teir báðir Jacob Nitter Sørensen og Nukappiaraq Kristiansen vóna at taka samstarvið uppaftur við USAID, ella fáa nýggjar íleggjarar í framtíðini.

Mest lisið hesa vikuna

Eg vil við hesum koma við eini umbering

17 tímar síðan

Hetta er so andstygiligt, at tað sker í hjartað

Í gjár kl. 10:00

Tað sker í eyguni á tveimum løgtingslimum

10. mars kl. 16:40

Høgni Hoydal er slett ikki so tvørur sum hann hevði stúrt fyri

11. mars kl. 15:17

Tóku koyrikortið frá gomlum bilførara

Í gjár kl. 07:42

Kolldømdu øll framstig tí tey vildu ikki hava sammøður upp í

11. mars kl. 12:40