Ongi úrslit

Troyggjan hjá ommu

Óli Jákup Jacobsen, Valevni hjá Javnaðarflokkinum til Fólkatingsvalið
9 tímar síðan

Sum so nógvar aðrar kvinnur bant omma mín á Eiði sera nógv: Troyggjur, húgvur, hosur, ja, hvat sum helst.

Omma hevði eina ómetaliga góða og sunna meginreglu: Rangan skuldi vera nærum líka snøgg sum rættan.

Hendan meginregla er sera virðismikil, og havi eg hana javnan á orði. Alt gott um at okkurt er pent og sær gott út á skræðuni, men tað hevur sanniliga eisini týdning, hvussu tað sær út handan leiktjøldini. Hvussu tað sær út, har ongin sær. Hetta er ikki bara galdandi fyri binding, men í øllum lívsins viðurskiftum.

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur víst á mong úrslit síðan 2011. Men slík úrslit koma ikki burtur úr ongum og kunnu bara fremjast, um tað verður lagt nógv og nærlagt ”ósjónligt” arbeiði í málini: Fyrireikingar, lesnaður, samskifti, leyst prát, formligt prát, samráðingar o.s.fr. Rangan má vera líka snøgg sum rættan – annars verður tað ikki ein góð troyggja.

Harumframt ger flokkurin nógv arbeiði, sum ikki kemur fram í ljósið m.a. í rúgvuvís av persónsmálum, har borgarar eru komnir í kløtur av skipanini. Flokkurin roynir saman við øðrum at finna skynsamar loysnir, og oftast ber arbeiðið á mál. Talan er gjarna um mál, sum ikki endiliga broyta allan heimin – men sum broyta allan heimin hjá tí einstaka.

Ongin politikari ger sjálvsagt nakað einsamallur. Tað snýr seg um at fáa partar at samvirka. Tað krevur samskifti, og at fólk hava álit á tær. Sambond mugu skapast og røkjast alla tíðina.

Verði eg valdur á Fólkating 24. mars, fari eg at halda fram við sama nærlagda arbeiði, so rangan á politisku troyggjuni kann vera so snøgg sum gjørligt.

Óli Jákup Jacobsen

Valevni hjá Javnaðarflokkinum til Fólkatingsvalið


Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

22 tímar síðan

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46