Tróndur avloysir Elias úti móti Russlandi

Í hesu vikuni skal A-landsliðið hjá monnum spæla heili tríggjar EM-undandystir, tveir móti Russlandi og ein móti Kekkia. Landsliðsvenjararnir hava tikið avgerð um, at ikki brúka Elias á Skipagøtu verður ikki við í fyrsta dystinum í Russlandi, og tí hava landsliðsvenjararnir úttikið Tróndur Mikkelsen

Sigurjón Einarsson
27. apríl 2021 kl. 08:35

Elias Eleffsen er mitt í einum hørðum endaspælið um svenska meistaraheitið, og við skaðasøguni hjá Eliasi, so hava venjararnir mett, at tað er mest skynsamt at spara Elias í fyrsta dystinum í Russlandi. Elias verður tó við í teimum báðum seinnu dystunum í Føroyum.

Í hansara stað hava landsliðsvenjararnir úttikið Trónd Mikkelsen, sum til dagliga spælir í næstbestu donsku deildini í SUS Nyborg. Tróndur skiftir til fremstu norsku deildina og Viking Stavanger eftir summarsteðgin.

Tróndur spældi sín fyrst A-landsdyst móti Kekkia í mars.

Føroyar spæla úti móti Russlandi í Moskva mikudagin 28. apríl, móti Kekkia í Havn fríggjadagin 30. apríl og í havn móti Russlandi sunnudagin 2. mai.

Til ber at keypa atgongumerki til manslandsdystirnar móti Kekkia og Russlandi.

1.000 atgongumerki verða sett til sølu og koma áskoðararnir at sita í tveimum ymiskum pørtum av høllini.

Atgongumerkini kosta 150 krónur og kunnu bert keypast á netinum via leinkju á heimasíðuni hjá HSF.

Føroyar og Kekkia spæla fríggjadagin klokkan 19.45 og Føroyar og Russland sunnudagin klokkan 17. Heimadystirnir verða spældir í høllini á Hálsi.

Kelda: Ári Roach/Hondbóltssamband Føroya