Nýggja Ljósafell kom til á Fáskrúðsfjørð í Íslandi mikukvøldið, meðan gamla skipið fór setti kós móti Føroyum sama kvøld. Skipini sigldu eina stutta løtu saman, áðrenn leiðir teirra skiltust.
Tað skrivar íslendski miðilin Austurfrétt.
Sáttmálin um søluna av Ljósafelli SU 90 varð gjørdur fyrr um dagin. Skipið er eitt av teimum síðstu av sokallaðu “Japanstogarum”, sum vórðu bygd fyri íslendskan fiskiskap í 1970’unum.
Nýggja Ljósafell, sum áður æt Þórunn Sveinsdóttir, er bygt í Danmark í 2010. MEST hevur umbygt tolaran í Føroyum, áðrenn túrurin til Íslands byrjaði.
Reiðarin, Kristján Gísli Gunnarsson, sigur, at nýggja skipið gevur betri arbeiðsumstøður og hægri effektivitet. Hann vísir á, at skipið kann taka meira fisk og draga tvey trol, sum gevur fleiri møguleikar á fiskileiðum.
Manningin flutti 29. apríl av gamla skipinum yvir á tað nýggja, sum fer til fiskiskap longu um vikuskiftið.