Fyri at tryggja betri arbeiðsumstøður og trivnað á eldraøkinum, verður neyðugt at hyggja uppá arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum. Endamálið má verða at skapa eitt virðiligt og menniskjaligt arbeiðsumhvørvi, har bæði starvsfólk og búfólk trívast.
Norðoya Bú- og Heimatænasta veitir nógvar góðar tænastur, og teirra ynski er at sleppa at halda fram við tí. Í einum faldara, sum NBH hevur givið út, siga tey seg millum annað ynskja at skapa góðar og tryggar karmar fyri starvsfólkini, soleiðis at samveran verður merkt av nærveru og høgari fakligari dygd.
Eingin standard loysn fyri trivnað
Fyri at eitt starvspláss skal fungera væl, er tað altavgerandi, at starvsfólkini trívast. Hvat so skal til fyri at starvsfólk trívast er ymiskt. Tað er heldur ikki ein standard tjekklisti, sum arbeiðsplássini kunnu fylgja. Tað er tí umráðandi, at arbeiðsplássini hava eitt vakið eyga við trivnaðinum, at tey kenna síni starvsfólk og eisini gera sítt til, at trivnaðurin er góður.
Arbeiðsbyrðan og trivnaðurin
Eitt, sum hevur negativa ávirkan á trivnaðin er, tá ið arbeiðsbyrðan verður ov stór. Tað hendir, tá ov fá starvsfólk eru til at gera arbeiðið. Ongin dagur er eins, tá ein arbeiðir við og er um menniskju. Tí ber tað heldur ikki til at arbeiða eftir klokku og fylgja einum plani.
Kortini verða starvsfólkini á eldraøkinum í nógvum førum kroyst til tað. Byrðan er ofta ov stór í mun til tíðina, sum starvsfólkini hava at fullføra uppgávurnar í.
Grundleggjandi røktin má røkkast
Gjøgnum árið eru tað fleiri dagar, har starvsfólkini ikki røkka longri enn til ta grundleggjandi røktina og hetta er bara ikki í lagi. Tað kemst av, at tað eru ov fá fólk á gólvinum til at gera arbeiðið.
Starvsfólkini koma ofta í sárbarar støður, sum standast av, at arbeiðstrýstið er ov stórt. Dagarnir gerast fleiri, har starvsfólk renna, frá tí tey koma til arbeiðis og til tey fara heim. So kann eitt nemt aftursvar til mín verða, at tey eru jú til arbeiðis. Men hóast tað, so røkka starvsfólkini ikki longri enn til tað mest grundlegggjandi.
Starvsfólkini hava stóran týdning
Eg havi sjálv arbeitt við eldri fólki síðani eg var 18 ára gomul, og kann eg siga, at hetta arbeiðið er alt annað enn ein avgreiðsla. Vit vilja teimum eldru alt tað besta, vit blíva góð við tey og tey við okkum. Í fleiri førum eru vit tey nærmastu, tey hava. Tað kemur meira enn so fyri at tey fortelja okkum um sárbarar støður frá teirra lívi, sum tey áður ikki hava tosað við onnur um.
Vit eru tey fyrstu, tey síggja, tá ið tey vakna og tey síðstu, sum tey síggja, áðrenn tey sovna. Tað eru sjálvandi løtur, har vit práta og hugna um tey. Kvøld har vit fáa sitið á teira songarstokki og lesa dagsin vers og biða Faðirvár saman. Tó so fækkast tíverri løtur sum hesar og kann tað hugsast, at tað er við til at ávirka trivnanin, sálarheilsuna og áhugan at arbeiða innan eldraøkið.
Profesjonell, men við hjarta
Lítið nyttar at siga ella halda, at vit skulu vera profesjonell og ikki taka arbeiðið heim við. Hetta eru menniskju, sum vit fáa stórt tilknýti til og blíva góð við, so tað ber sjálvsagt ikki til, um ein hevur hjartað á røttum stað. Tað er tí av alstórum týdningi, at eldraøkið fær ta normering, sum tey hava brúk fyri. Halda vit fram við hesum likamliga og sálarliga arbeiðstrýstinum er vandi fyri, at starvsfólk gerast rá og líkasæl. Tað má ikki henda!
Frá mær sjálvari kann eg siga, at tær løturnar eru fantastiskar, har eg føli meg hava verið til staðar og rokkið øllum uppgávunum, og kunnað verið um borgarin á tann hátt, sum hann ynskir. Tað er við til, at eg kann fara heim við góðari samvitsku og móti upp á at koma aftur arbeiðis. Eg vil so fegin at ein og hvør skal hava tað gott.
NBH ynskir broytingar
Tað er nógv, sum NBH ynskir at gera betri. Tað síggja vit í faldarum um ynskini, tey hava fyri framtíðina. Uttan størri fíggjarjáttan fáa tey ikki heilt fullført teirra ynskir, heldur ikki tey, eg havi valt at hava við her. Eg vóni og biði tí eftir, at býráðslimirnir síggja, hvussu umráðandi og virðismikil ynskini og ætlaninar hjá NBH eru, og at alt býráðið vil vera við til, at NBH fær framt teirra ynskir og ætlanir í verki.
Mín vón fyri framtíðina
Eg fari at bjóða meg fram til komandi býráðsval í Klaksvíkar kommunu. Eg vil gera alt, eg kann fyri at betra um arbeiðsumstøðurnar og trivnaðin innan eldrarøktina.
Mín vón er, at tú vilt gera títt til, at eg fái møguleikan til hetta, so vit saman kunnu vera við til at betra støðuna fyri okkum øll.
Jóhanna Syderbø Grúkaskarð
Heilsurøktari