Ongi úrslit

Tríggir teir seinastu steypavinnararnir eru í hálvfinaluni

HB sendi í kvøld grannarnar í B36 úr kappingini um løgmanssteypið

Jóannes Hansen
12 tímar síðan

Nú er tað greitt, at HB, KÍ og Víkingur vera tríggir av teimum fýra luttakarunum í hálvfinalunum í kappingini um løgmanssteypið. Um tað verður 07 Vestur ella NSÍ, sum verður fjórði luttakarin, fæst at vita í annaðkvøld, tá ið 07 Vestur og NSÍ hittast í Sørvági.

Hálvfinalurnar vera 13. og 14. mai og 24. og 25. juni.

Í fjør vann KÍ løgmanssteypið. Í 2023 og 2024 vann HB løgmanssteypið, og í 2022 vann Víkingur løgmanssteypið. Nú hava hesi trý feløgini – Víkingur, KÍ og HB – vunnið seg í håalvfinaluna.

KÍ var í kvøld stórfavorittur ímóti B68 á Svangaskarði, og klaksvíkingar vunnu 3-0. Páll A. Klettskarð var tvífaldur málskjútti, og Árni Frederiksberg skoraði eitt mál.

Víkingur var í Sarpugerði stórfavorittur ímóti FC Hoyvík, og víkingarnir vunnu 5-0. Jákup Johansen og Mikkel Hyllegaard vóru tvífaldir málskjúttar, og Sølvi Vatnhamar umsetti brotsspark til mál.

Tað stóð heilt nógv upp á spæl í Gundadali í kvøld. Grannauppgerðin millum HB og B36 var avgerandi fyri, hvat av stóru havnarfeløgunum skal vera við, tá ið lutur í annaðkvøld verður drigin um, hvør skal spæla ímóti hvørjum.

Síðstu umførini í landskappingini hava ikki verið nakað serlig hjá HB, men í kvøld var einki at rafla um. Tølini siga, at HB eigur steypaliðið yvir øll onnur, og í kvøld reisti HB seg sum fuglurin Føniks eftir ikki sannførandi avrikið og 2-0 heimatapið ímóti KÍ síðsta sunnudag.

HB vann 3-1 ímóti B36, sum harvið er varpað úr steypakappingini. Tað vóru teir í hvítu og svørtu leguni vónbrotnir um, meðan tað í kvøld var fagnaður í norðara enda í Gundadali.

Mathias Voss legði HB á odda, tá ið ein stórur hálvur tími var farin. Hann royndi seg av brotsteigarmarkinum, og bólturin tók í ein mótstøðumann og snýtti Silas Eyðbjørnsson í B36 málinum.

Inntil tá hevði tað ikki verið so lívligt, sum tað kanska var lagt upp til, at tað skuldi vera í grannauppgerð. B36 royndi fram ímóti steðginum at sprutta og spenna álopsbogan, men tað var HB, sum í síðstu løtu undan hvíldini økti um leiðsluna til 2-0. Tað var mest sum burtur úr ongum, tá ið Storm Pettersen sendi bóltin í málið, og hóast B36 eftir steðgin royndi, og tað í løtum riggaði væl, so eydnaðist tað ikki at umseta støður og onkran møguleika til mál, og tá ið tað restaði eitt korter var tað Ejvind R. Mouritsen, sum økti um munin til 3-0.

Tá ið stóripinnur hevði verið fimm ferðir eyka runt, minkaði innskifti Tobias Hansen um munin til 3-1, men tað broytti ikki, at hetta var HB kvøld í Gundadali.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

Í gjár kl. 08:19

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

Í gjár kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

Í gjár kl. 19:00