Ongi úrslit

Touda – ein sheikha í Marokko

Filmsfelagið
9. oktober kl. 19:00

Mikudagin sýnir filmsfelagið ein film úr Marokko, har fotografurin, Virgine Surdej, fleiri ferðir hevur verið í Føroyum og fotograferað fyri Sakaris Stórá.

Touda (Nisrin Erradi) er ein Sheikha, ein siðbundin marokkansk sangarinna, sum tignarliga syngur fyri monnum á barrum, har hon er uppvaksin. Í loyndum hevur hon ætlanir at rýma til Casablanca, ikki bara fyri at verða kend sum sangarinna, men eisini fyri sonin.

At vakra og frígjørda sangarinnan, Touda, syngur á barr og gerst vælumtókt, hóvar ikki øllum í heimbygdini. Kortini droymir hon um at gerast aita-sangarinna og sum Sheikha náa hægstu tindum, og samstundis hjálpa soninum, ið hevur trupulleikar við hoyrnini. Tí flytir hon til stórbýin Casablanca, har allir pallar og listarligu sangdyrnar standa víðopnar. Tástani fer persónligi dreymurin um frælsi og listarligt virksemi at standa sína roynd.

Tað er fleirfalt virðislønti marokkanski leikstjórin, Nabil Ayouch (f.1969), sum býr í Casablanca, ið hevur gjørt henda filmin, eins og Bláa kappan, sum belgiska Virginie Surdej fotograferaði. Hon er kend í Føroyum, tí hon er fastur fotografur hjá Sakaris Stórá.

Filmsfelagið 15/10 kl 20:00 Øll elska Touda (Everybody Loves Touda Nabil Ayouch Marokko 2024 102 min)

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Eitt demokrati í kreppu

Í gjár kl. 18:48