Avtala er gjørd um, at høvuðsstaðarkommunan yvirtekur Dagstovn Sankta Jósefs frá 1. mars 2025 og bindur seg til at gera ymsar umvælingar, sum partarnir eru samdir um. Eisini er avtalað, at starvsfólkini halda fram.
Tær komu til Føroya fyri 90 árum síðani fyri at hjálpa familjum, sum høvdu tørv á tí, og í juni í fjør góvust nunnurnar í Føroyum, tá Fransiskanarasystraskipanin varð tikin av. Tær hava havt kirkju, dagstovn og skúla í Havn og hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri tey mongu børnini, ið hava verið hjá nunnunum.
Kommunan hevur leingi leigað Sankta Jósefs Barnagarð frá teimum, og nú er avtala gjørd um, at kommunan yvirtekur stovnin.
Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, Anna Rein vegna sjálvsognarstovnin Dagstovn Sankta Jósefs og Elsa Berg, borgarstjóri, skrivaðu undir.