Ongi úrslit

Tórshavnar Býráð heiðrar tveir mentamenn við gullheiðurstekni

Elsa Berg, borgarstjóri, saman við Jens Christiani Guttesen, í miðjuni og Gudmundi Mortensen
Áki Bertholdsen
14 tímar síðan

Tórshavnar býráð hevur nú heiðrað teir báðar Jens Christiani Guttesen og Gudmundi Mortensen við gullheiðurstekninum, sum er fremsta heiðursmerki hjá býráðnum.

Gullheiðurstekin verður latið fólki, sum hava slóðað fyri á ein serligan hátt og sum hava verið góðar fyrimyndir fyri onnur.

Jens Christian Guttesen hevur seinastu mongu árini verið millum mest eyðsýndu tónleikarar og sangarar í Føroyum.

Sum tónleikaraundirvísari í Havn, Klaksvík og aðrastaðni í Føroyum, hevur hann, í meiri enn 40 ár, undirvíst flest øllum selloleikarum, sum vit í dag kenna frá Føroya Symfoniorkestri. '

Eisini hevur hann verið hollur stuðul hjá Føroya Symfoniorkestri síðan stovnanina í 1983. 

Harumframt hevur Jens Christian, síðan hann var heilt ungur, sungið í Ebenezerkórinum og hevur stjórnað kenda kórinum i ein mansaldur.

Hann hevur, sum tónleikari og sangari, ríkað um gerandisdagin hjá nógvum, og hann hevur áhaldandi havt alskin til tónleik fremst í øllum tí, sum hann hevur gjørt. 

Gudmund Mortensen hevur, í eitt langt áramál, verið undangongumaður innan urgutónleik í Føroyum.

Hann hevur við sínari vitan og royndum innan urgutónleik lagt stóra orku í, at organistar skulu arbeiða saman og útbúgva seg, bæði við frálæru og teori. Gudmund hevur samstundis ment eina organistútbúgving, og við hesum hevur hann laðað týðandi varðar á leiðini og sett organistar við kring alt landið.

Sjálvur hevur Gudmund eisini, við stórum nærlagni, røkt organiststarvið í dómkirkjuni í mong ár, til stóra gleði fyri nógv fólk. Gudmund hevur starvast bæði hjá Tórshavnar musikkskúla og í Havnar kirkju, og hann hevur lagt ómetaliga nógvar arbeiðstímar og orku í hetta fakið, sum hann týðiliga hevur brent fyri øll hesi árini.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

Í gjár kl. 14:37