Ongi úrslit

Tórbjørn: Hetta er ein stórur sigur

Føroya rættur hevur fyri løtu síðani gjørt av, at ætlaða umvalið í Runavíkar kommunu verður av ongum

Jonhard Hammer
Í gjár kl. 15:13

Tað verður einki umval í Runavíkar kommunu. Ta avgerðina boðaði Føroya rættur frá klokkan 14 í dag.

Fimm býráðslimir – teirra millum Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri og Tóri Højgaard varaborgastjóri – stevndu fíggjarmálaráðnum, og dómarin gav teimum í dag viðhald í, at tað er rætt at avlýsa umvalið, sum varð ætlað at vera týsdagin 11. januar.

Um tað verður umval, og nær tað verður umval, fer framtíðin at vísa. Nú verður bíðað eftir viðgerðini í rættarskipanini av málinum um valið í Oyndarfirði. Tað kemur fyri síðst í næsta mánað, og so er spurningurin, hvussu long og drúgv tann viðgerðin verður.

-Hetta er ein stórur sigur, og sjálvandi eri eg og vit, sum stevndu fíggjarmálaráðið væl nøgd við avgerðina hjá rættinum í dag. Hetta var so upplagt, og nú fáa vit náðir at halda fram við øllum tí, sum vit arbeiða við.

Tað sigur Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri í stuttari viðmerking. Hann var ikki í rættinum í dag, tí hann var upptikin av fyrireikingum til móttøkuna, sum nú seinnapartin er í nýggja ráðhúsinum hjá Runavíkar kommunu.

Tað, sum er farið av hesum árinum, hava tey í Runavíkar kommunu verið upptikin av at fyrireika umvalið týsdagin, sum nú verður av ongum.

Síðst í november samtykti býráðið í Runavík fíggjarætlanina fyri 2026. Síðani tá hevur alment hátíðarhald verið í nýggju svimjihøllini, sum í morgin verður alment latin upp, og í sambandi við móttøkuna í nýggja ráðhúsinum í dag verður avdúkað, hvør hevur vunnið verkætlanarkappingina Glyvra skúli og musikkskúli.

Mest lisið hesa vikuna

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Avlýs loysingina

6. januar kl. 13:50

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19