Ongi úrslit

TONIK 2026: Fyrilestrar við altjóða og føroyskum serfrøðingum

TONIK 2026 verður hildið 8. mai í Silo í Tórshavn. Tiltakið savnar vinnulívsfólk, íverksetarar, tøknifrøðingar og skapandi vinnur. Ein høvuðsdrívmegi í skránni eru fyrilestrar og panelkjak við serfrøðingum úr ymiskum geirum.

© Tonik
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Endamálið er at skapa nýggj sambond og menna hugskot, har ymisk fakøki møtast. Fyrilestrarnir eru ein sentralur partur av hesum arbeiði.

Fleiri kend nøvn eru á skránni. Steve Rader, sum hevur bakgrund frá NASA, fer at tosa um nýskapan í eini broytiligari tíð. Ajit Jaokar, sum arbeiðir við tøkni og AI, fer at leggja fram um menning av einum AI-samfelag.

Í vinnuliga partinum luttekur Robin Daniels, sum arbeiðir við branding og marknaðarføring, og fer at greiða frá, hvussu sterk vørumerki verða bygd. Kristine Helen Falgren hevur fyrilestur um strategiskar fyrimunir innan kvantutøkni.

Innan dátu og greining luttekur Jesper Christoffersen, sum vísir, hvussu dátur kunnu brúkast til innlit og betri avgerðir.

Panelkjak við vinnulívsfólkum og íverksetarum

Panelkjak eru eisini ein týðandi partur av skránni. Her luttaka fleiri við bakgrund í vinnu og íverksetan.

Rúnar Reistrup luttekur í kjaki um, hvørt Føroyar kunnu gerast eitt smidligt nýskapanarsamfelag í Evropa. Raja Skogland og Sesselja Reynisdóttir luttaka í kjaki um kapital og samfelagsmenning.

Bogi Bech Jensen er við í kjaki um munin millum fyritøkur, sum eru drivnar av stovnum, og tær, sum eru drivnar av stovnarum.

AI og framtíðar tøkni í miðdeplinum

Vitlíki er eitt høvuðsevni í fleiri fyrilestrum.

Ólavur Ellefsen, sum arbeiðir við vinnu og ráðgeving, fer at vísa, hvussu sama AI kann geva ymisk úrslit. Kayla-Megan Burns setir spurningin, um AI kann skapa eina nýggja skapandi rørslu.

Eisini luttekur Heini Zachariassen, sum er íverksetari, við fyrilestri um at byggja fyritøku í eini tíð við AI.

Fyrilestrarnir eru partur av einari breiðari skrá. Listafólk og tónleikarar luttaka eisini, og fleiri fyritøkur sýna fram síni hugskot og loysnir.

TONIK er síðani 2023 ment til eina altjóða ráðstevnu, sum bindur Føroyar saman við altjóða vinnu og tøkni.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

Í gjár kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

21 tímar síðan

Nú skulu vit hava okkara egna tignarmerki at heiðra úrmælingar við

28. apríl kl. 09:14