Ongi úrslit

Tølini tala

Virksemið hjá felagsskapinum Barnabata fevnir um mong viðurskifti hjá børnum.

ÓLAVUR WAAG HØGNESEN
16. februar kl. 14:00

Virksemið hjá felagsskapinum Barnabata fevnir um mong viðurskifti hjá børnum. Tá ið tað kemur til tað, sum er viðkomandi fyri fátækradømi, so finni eg hagtøl á heimasíðuni hjá Barnabata fyri árini 2016-2023, sum fevna um jólahjálpina. Hagtølini eru rættiliga greið.

Hvør søkir um jólahjálp?
- uml. 70% av umsóknunum koma frá støkum uppihaldarum
- uml. 90% av umsóknunum koma frá kvinnum
Hvussu búgva umsøkjararnir?
- uml. 60% av umsøkjarunum búgva til leigu
- uml. 30% búgva í egnum bústaði
- uml. 3% búgva í egnari íbúð

Tá ið tað kemur til talið av børnum, ið fáa hjálp, so hendir tað stóra lopið frá 2021 til 2022. Árini 2016 er talið av børnum, ið fáa hjálp, 550 í meðal, men er 760 og 814 í ávikavist 2022 og 2023. Reiðiliga 13.000 børn vóru í aldrinum 0-17 ár í november mánaði hvørt av hesum árunum.

Sostatt fáa minst 6 børn av hvørjum 100 børnum í Føroyum neyðhjálp vegna fátækradømi.   

Verður hugt eftir, hvaðani umsøkjararnir hava sína høvuðsinntøku, eru hagtølini skift millum ‘almenna veiting’, ‘løn - almenni el. kommunali arbmarkn.’, ‘løn/privati arbmarkn.’ og ‘lestrarstuðul’. Her eru fleiri smærri broytingar, men ein broyting loypur í eyguni: árini 2016-2019 eru tey við almennum veitingum størsti bólkurin (øðrumegin 30%), men í 2020 er hesin bólkurin ájavnur við ‘alment lønt’ (25%), og eftir hetta – 2021-2023 – er bólkurin ‘alment lønt’ væl betur umboðaður enn ‘almenn veiting’-bólkurin.

Keldur: https://www.barnabati.fo/imgt/ og Hagstova Føroya 


Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

2. mai kl. 17:08

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Løgtingsmaður: Børn hjá støkum mammum eru í størri vanda fyri at verða kriminell

2. mai kl. 09:05