Ongi úrslit

Todi framlagdur í bók

Nýggja bókin um besta føroyska fótbóltsspælaran yvirhøvur varð løgd fram í Klaksvík í gjárkvøldið og í kvøld í Havn

Jonhard Hammer
17 tímar síðan

Ivaleyst man henda bókin fara at vera ovarlaga á sølulistunum hjá bókhandlunum. Tað er sjáldan, at bøkur um føroyingar, sum framvegis eru á lívi og virknir, vera skrivaðar, og tað er uppaftur sjáldnari, at bøkur verða skrivaðar um føroyskar fótbóltsspælarar.

Nú hevur Sólvit Nolsø skrivað bók um besta føroyska fótbóltsspælaran yvirhøvur, og bæði Todi og Sólvit vóru hjástaddir og greiddu frá, tá ið bókin TODI í gjárkvøldið varð løgd fram í Skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík, og tá ið hon í kvøld varð løgd fram í Perluni í Havn.

Í bókini fortelur Todi høvundanum um fótbóltslívið frá smádreingjaárunum í Klaksvík, tá ið hann sum sjey ára gamal misti pápan, og fram til, tá ið hann flutti úr FCK og endaði yrkisleiðina í Start í Norra og so um, tá ið hann saman við øðrum royndi at fáa Fremad Amager at verða stórfelag, og hví tann royndin miseydnaðist.

Størsti parturin av bókini snýr seg um áhugavert innlit í tíðina í FCK, sum Todi var við til at vinna trý DM og eina steypafinalu við, og eisini um tað, sum gekk fyri seg aftanfyri leiktjaldið, og sum higartil ikki hevur verið alment. Eitt nú um samráðingar um sáttmálar, um álit og misálit og sálarkvøld, tá ið tað ikki gekk so lætt og um áhuga frá øðrum feløgum bæði í Danmark og uttanlands.

Og so verður fleiri ferðir róð aftur á leiklutin á landsliðnum og eitt nú, hvørjar reaktiónirnar vóru, og hvussu tað kendist, tá ið hann sá seg noyddan at gevast á landsliðnum.

Privatviðurskifti av sovornum slagi, sum tað sera sjáldan verður skrivað um á føroyskum vera eisini vend, uttan at høvundurin útleverar vinir og tær, sum hann hevur verið í parlagi við.

Í gjárkvøldið í Klaksvík var tað Hans Andreas Jacobsen, sum spældi og sang, og í Perluni í kvøld vóru tað Erla Bech Nolsø og Magni á Lakjuni, sum sungu og spældu.

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

Í gjár kl. 23:58

So gekk tað tíverri ikki longur

31. oktober kl. 20:15

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58

Menn í masku steðgaðu metro í Keypmannahavn

3. november kl. 21:20

Landsbankastjórin: Hava ikki ráð til Suðuroyarleiðina og Suðuroynna!?

2. november kl. 13:59

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

Í gjár kl. 11:09