Tobias Rahim hevur áður verið í Føroyum og hevur fleiri ferðir víst sína virðing fyri landinum og fólkinum. Í samrøðum og á sosialum miðlum hevur hann m.a. nevnt, hvussu serligt tað er at framføra í Føroyum, og hvussu tætt sambandið er millum tónleikarar og áhoyrarar. Í 2022 frammførdi hann á Voxbotn, har nógv lýstu upplivingina sum eina av hæddarpunktunum hetta summarið.
Tað er brúkarin Eventz Føroyar, sum í dag kunngjørdi tíðindini á Facebook, og tað er longu greitt, at talan verður um eitt stórt tiltak. Eftir konsertina við Tobias Rahim fer rappbólkurin Swangah á pallin.
– Við mongu ónærisligu hittum teirra fara vit rópandi og hoppandi inn í tað, sum óivað verður ein ógloymandi nátt. Síðani útgávuna Belials Synir (2011) hava dreingirnir í Swangah verið okkara yndis rappbólkur, og sama hvar teir spæla — og fyri hvørjum — er úrslitið tað sama: Alt gongur amok á tann mest lívsjáttandi mátan, tú kanst ímynda tær, skrivar Eventz Føroyar.