Ongi úrslit

Tjóðarsemjan: Ein rokning uppá 2,5 milliardir

Anna Falkenberg
4 tímar síðan

Skulu Føroyar loysa frá Danmark, merkir tað, at føroyski landskassin má finna 2,5 milliardir krónur aftrat um árið. So dýr er tjóðarsemjan millum flokkar á løgtingi.

Búskaparráðið hevur í fleiri ár staðiliga ávarað um, at búskapurin í Føroyum ikki er haldførur, men ávaringarnar rína ikki við hjá samgonguni.

Tí samstundis sum samgongan hevur skorið ríkisveitingina við 250 mió. kr. í hesum valskeiðinum, uttan at seta nakað ístaðin, arbeiða somu flokkar saman við Fólkaflokkinum um at loysa Føroyar frá Danmark.

Roknistykkið hongur einfalt ikki saman.

Í frágreiðing frá Ríkisumboðnum, sum kemur út á hvørjum ári, verður upplýst, at danski staturin stendur fyri útreiðslum uppá umleiða eina milliard krónur í føroyska samfelagnum um árið.

Nýggj tøl, sum Føroyanevndin hevur fingið, vísa, at danski staturin stendur fyri uppaftur meira útreiðslum, sum Føroyar og føroyingar fáa ágóðan av. Her eru nøkir dømi uppá økir, ið verða fíggja av danska landskassanum.

 Umleið 1.800 føroyingar lesa í Danmark fáa danskan SU. Hetta kostar áleið 120 mió. kr. árliga.

- Danska Udlændinge & integrationsministeriet brúkar 5 mió. kr. árliga at umsita útlendingaøkið fyri Føroyar.

- Umframt tær 130 mió. kr. tað kostar at reka Føroya Politi, so trekkir mann eisini uppá serfrøði frá Ríkispolitinum fyri áleið 36 mió. kr. árliga.

- Umframt tær 30 mió. kr. tað kostar at reka fongslið í Mjørkadali um árið, sita føroyskir fangar eisini í Danmark. Hetta kostar áleið 10 mió. kr. árliga.

- Verjumálaráðið brúkti nærum 200 mió. kr í 2024 uppá føroysk viðurskifti.

Harumframt kemur elefanturin í rúminum: Skulu Føroyar verða eitt sjálvstøðugt land og samstundis taka fulla ábyrgd av egnari trygd og gerast sjálvstøðugur partur av NATO, krevur tað, at vit brúka  5% av BTÚ uppá verjuútreiðslur – Hetta svarar til knappar 1,4 milliardir krónur árliga fyri 2025.

Loysingarætlanirnar hjá samgonguni og Fólkaflokkinum kosta sostatt 2,5 milliardir krónur hvørt einasta ár.

So er spurningurin; hvussu ætla samgongan og Fólkaflokkurin at fíggja loysingarætlanina við einum undirskoti á fíggjarlógini og einum búskapi, sum ikki er haldførur?

- Skal hetta fíggjast við hægri skatti?

- Við niðurskurði í heilsuverkinum ella aðrari vælferð?

- Við verri korum fyri pensjónistar ella barnafamiljur?

Tað haldi eg, at vit øll eiga at fáa eitt svar uppá!

Sambandsflokkurin er samdur í, at føroyski búskapurin skal styrkjast og gerast meira haldførur, og tað er júst tí, at vit ikki eru við í sokallaðu tjóðarsemjuni.

Ríkisfelagsskapurin gevur Føroyum eitt fíggjarligt grundarlag at standa á. Vit fáa trygd í einum alsamt ótryggari heimi, og vit fáa ágóðar av alskyns stórrakstrarfyrimunum innan heilsuverk, útbúgving, verju og løgreglu.

Anna Falkenberg,

fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin

Mest lisið hesa vikuna

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

1. februar kl. 14:37

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

29. januar kl. 11:41

Kona kendan reiðara fær gøtu uppkallaða eftir sær

29. januar kl. 16:06

Falskur politistur vitjar handlar í Havn

23 tímar síðan

Ekkoer fra autoritære regimer? - svar til Sjúrður Skaale

30. januar kl. 08:14