Tinglimir siga kortanei til at byggja tjóðleikhús á Eystarubryggju

Tað fer at gera tað heilt ótolandi hjá ferðafólki við Smyrli og Bygdaleiðum, og tað fer at darva útflutninginum í ólukumát

Áki Bertholdsen
1. august 2024 kl. 15:45

Herfyri samtykti Tórshavnar Býráð at leiga Mentamálaráðnum eitt øki upp á 4.000 fermetrar á Eystarubryggju til at byggja tjóleikhús á.

Men enn er hundurin ikki meiri enn hálvbardur, verri enn so. Nú Løgtingið umrøður ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, gera tinglimir nevniliga vart við, at teir taka ikki undir nøkrum umstøðum undir við, at tjóðleikhúsið verður bygt á Eystarubryggju.

Í heyst ferð Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið um tjóðleikhúsið.

Í hesum sambandi fer hon at biðja Løgtingið samtykkja at seta eina ávísa upphædd av til tjóðleikhúsið. Samstundis fer hon eisini at biðja Løgtingið um at fáa heimild til at søkja útlendskar grunnar um stuðul til Tjóðleikhúsið.

Men tað er nógv sum bendir á, at eitt uppskot, sum hevur til endamáls at byggja tjóðleikhús á Eystarubryggju, fer ikki at verða samtykt í Løgtinginum.

Eygleiðarar í Løgtinginum siga, at tað eru tinglimir í andstøðuni, sum ikki vilja taka undir við tí.

Og í dag hava eisini teir báðir tingmenninir í samgonguni, Henrik Old og Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum, somuleiðis boðað frá, at teir siga kortanei til at tjóðleikhús verður bygt á Eystarubryggju.

Teir vísa á at tað eru eini 500.000 ferðafólk, sum ferðast um Eystarubryggju um árið. Tá er bara talan um ferðafólk við Strandfaraskipunum og Bygdaleiðum. Sostatt eru øll ferðafólkini, sum koma og fara við Norrønu, ikki tald við.

Teir báðir tingmenninir úr Javnaðarflokkinum siga, at longu sum er, er tað rættiliga trongligt á Eystarubryggju.

Tórshavnar Býráð hevur samtykt at leiga Mentamálaráðnum 4.000 fermetrar til tjóðleikhús. Men tá er einki tún við og heldur eingi parkeringspláss, so í roynd og verður skal Tjóðleikhúsið hava minst 7.000 fermetrar.

Teir báðir tingmenninir vísa á, at nógv tann størsti parturin av okkara útflutningi fer um bryggjukantin á Eystarubryggju. Og verða 7.000 metrar fermetrar tiknir burtur av til tjóðleikhús, fer tað at verða ótolandi fyri vinnuna, og tað fer eisini at darva okkara útflutningi og okkara innflutnini.

Samstundis fer tað at verða ótoldandi hjá ferðafólkunum við Smyrli og hinum strandfaraskipunum, og bussunum hjá Bygdaleiðum.

Bæði vinnulív og ferðafólk verða trokað burtur av økinum, uttan at nøkur sum helst loysn fyriliggur um, hvussu ferðafólkini skulu avgreiðast.

Støðan verður tann, at bilar, sum skulu við Smyrli, skulu heilt út á Skansabryggjuna at bíða, og so skulu teir koyra allan vegin, ímillum bingjur og trukkar, og aðra ferðslu, yvir til Smyril.

Tinglimirnir vita eisini at siga frá Strandferðsluni, at tað fer at taka so langa tíð at tøma og lasta Smyril, at øll ferðaætlanin má leggjast um, tí Smyril fer ikki at klára at sigla eftir núverandi ferðaætlan.

Og teir halda, at tá ið havnarmeistarin í Havn mælir frá ætlanini, eiga Løgtingið, og býráðið at taka tað til eftirtektar.

Teir sipa til, at havnarmeistarin í Havn hevur mælt frá, at Tjóðleikhúsið verður bygt á Eystarubryggju, tí tað er rætt og slætt ikki pláss fyri tí.

Tað fer at skerja inntøkumøguleikarnar hjá Tórshavnar Havn og fer eisini at gera tað sera tvørligt at avgreiða Smyril og ferðafólk.

– Tað er nokk av plássi at byggja eitt tjóðleikhús á, eg nokti at trúgva, at meiriluti er í Løgtinginum fyri at fara biddaragongd til danskar, og aðrar útlendskar grunnar, til at byggja tjóðleikhús á bryggjuni, tí tað fer at darva útflutningsvinnuni í ólukkumát - og kanska fer tað heilt at beina fyri Tórshavnar Havn sum vinnuligari havn, heldur Henrik Old.

– Mær er fortalt, at tað er minni enn eitt prosent av fólkinum, sum brúka eitt tjóðleikhús, sigur Henrik Old.

Og hann spyr sum tað er rætt at brúka eina hálva milliard upp á eitt mentanarhús til minni enn eitt prosent av fólkinum.