Mikudagin vórðu fýra kvinnur heiðraðar fyri drúgva og trúgva tænastu hjá barnatannrøktini hjá kommununi.
Longu í fjørheyst varð Karla Dahl heiðrað fyri at hava verið 40 ár í starvi á tannlæknastovuni, og mikudagin handaði Elsa Berg, borgarstjóri, henni Kongens fortjenstmedalje úr silvuri, sum verður latin fyri 40 ára starvstíð á sama almenna arbeiðsplássi.
Brynhild Zachariassen og Maria Simonsen vórðu heiðraðar fyri at hava havt 30 ára starvsdag, og Elspa Samuelsen varð heiðrað fyri at hava havt 25 ára starvsdag.
