Ongi úrslit

Tíðindafólk eru hótt við handtøku

Ein røð av fráboðanum benda á, at løgreglufólk uttan orsøk hava brúkt vald í L.A.

Jóhanna Højgaard
10. juni kl. 11:05

Tíðindamaður hjá CNN, Jason Carroll, sum seinastu dagarnar hevur greitt frá ófriðinum í Los Angeles, var hildin aftur, stutt avhoyrdur, og siðani leiddur vekk ur økinum har ófriðurin er.

Undir einari beinleiðis upptøku hoyrist Carroll siga løgregluni navn sítt. Ein løgreglumaður hoyrist siga

-Vit sleppa tær. Tú kanst ikki koma aftur. Um tú kemur aftur, verður tú handtikin.

Carroll svarar

-Ok og biður so ein bólk av samstarvsfelagum koma nærri.

Sìðani sæst hann verða leiddur burtur av einum løgreglumanni, við hondunum aftan fyri ryggin.

Tíðindamaður førdur burtur

CNN skrivaði seinni, at meðan Carroll var leyslatin, vórðu tvey myndafólkunum hjá honum handtikin.

Carroll lýsti støðuna yvurfyri CNN

-Eg gekk yvir til løgreglumannin, royndi at greiða frá, hvør eg var, hvørjum eg var saman við. Hann segði: “Eg vil hava teg at venda tær.”

Eg vendi mær, og koyrdi hendurnar afturum ryggin á mær.

Teir settu meg ikki í hándjørn, men teir hildu í armunum á mær, sum skuldi eg, varðhaldsfongslast.

Tíðindafólk greiður frá

Ein samgonga av 27 tíðinda- og borgarafrælsis-verjandi bólkum, hava skrivað til amerikanska innanríkistrygdar-ráðharran, Kristi Noem.

Tey vilja vísa teirra ónøgd um, at løgreglan kunnu hava brotið rættindini hjá journalistum í “Konstitutiónuni”

Samgongan, undir leiðslu av Los Angeles Press Club, First Amendment Coalition og Freedom of the Press Foundation, skrivaði víðari, at

"Pressan hevur ein týðandi leiklut í okkara fólkaræði, sum eygu og oyru hjá almenninginum.

Ein røð av fráboðanum benda á, at løgreglufólk uttan orsøk hava brúkt vald. Eisini hava verið brúkt skotvápn sum táragass ella piparspray- og gummikúlur, sum hava elvt til stórar skaðar á journalistar.

Í summum førum tykist løgreglan tilvitað at hava rættað seg móti journalistum, sum ikki gjørdu annað enn at lýsa støðuna"

Tíðindafólk rakt

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00