Ongi úrslit

Tey sum leiga út, skulu ikki sleppa at hækka leiguna sum tey vilja

Áki Bertholdsen
31. juli 2025 kl. 11:10

Sum Aksel V. Johannesen, løgmaður segði í ólavsøkurøðu síni, arbeiðir samgongan við eini ætlan um at veita teimum, sum leiga bústað, ein bústaðarstuðul.

Stuðulin er ætlaður teimum, sum ikki eru so væl fyri fíggjarliga, og hann verður roknaður eftir inntøkuni, so at tey, sum tjena minst, fáa mest í stuðuli.

Men tað skal ikki verða treytaleyst, at hesin stuðulin verður latin, segði Eyðgunn Samuelsen, sum er framsøgukvinna fyri Javnaðarflokkin, nú Løgtingið er farið undir at viðgera ólavsøkurøðuna hjá løgmanni.

Hon leggur dent á, at tað er alneyðugt at tryggja, at bústaðarstuðulin fer at koma teimum til góðar, sum hann er ætlaður at koma til góðar.

Sostatt skal trygd fáast fyri, at hann kemur leigaranum til góðar, og ikki endar í lummanum á útleigaranum við tað, at hann setir leiguna upp.

Tí sigur hon, at ein treyt skal vera, at útleigari og leigari skulu hava ein góðkendan leigusáttmála, har tað er ásett, hvussu leigan kann verða hækkað.

Ein treyt kann verða, at leigan kann bara hækka samsvarandi vanliga prísvøkstrinum í samfelagnum.

Tað er meiningsleyst um bústaðarstulin endar upp á sama máta sum tað ofta verður sagt, at rentustuðulin virkar hjá teimum, sum eiga hús, heldur hon.

Her sipar hon til, at tað verður ofta sagt, at rentustuðulin bara verður lagdur oman á húsaprísin, og at hann sostatt bara kemur bankunum til góðar, og ikki húsaeigarunum.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Silvurdrongur takkar fyri seg

18 tímar síðan

Tað kann kosta bilføraranum koyrikortið

15. apríl kl. 07:43