Ongi úrslit

Tey eru ikki nøgd við úrslitið - men tey vænta framgongd í vetur

Áki Bertholdsen
4. november 2025 kl. 09:00

Sum tað fleiri ferðir hevur verið frammi, er stór afturgongd í alivinnuni tí at prísurin á laksi er fallin í botn.

Og tað sæst eisini aftur nú Bakkafrost almannakunngerð roknskapin fyri triðja ársfjórðing.

Hann vísir, at úrslitið fyri triðja ársfjórðing í ár var nevniliga bara 22 milliónir og tað er einki aftur ímóti úrslitinum í triðja ársfjórðingi í fjør tá ið tað var 173 milliónir.

Í Føroyum vórðu 25.392 tons av laksi tikin, og í Skotlandi vórðu 5.286 tons tikin. Í triðja ársfjórðingi í fjør vórðu 21.618 tons tikin í Føroyum og 5.411 tons í Skotlandi.  

– Vit eru ikki nøgd við fíggjarliga úrslitið í hesum ársfjórðinginum, sum var ávirkað av lágum laksaprísum og framhaldandi høgum altjóða útboði, sigur Regin Jacobsen, stjóri, í tíðindaskrivi. 

Hinvegin sigur hann, at sjálv alingin í Føroyum hevur gingið sera væl. 

 – Fellið í sjógvalingini hevur verið metlágt, vøksturin framúr góður og lívfrøðiligu úrslitini tey bestu nakrantíð í søgu felagsins, sigur hann.

Hann sigur eisini, at tað hevur stóran týdning, at rakstrarkostnaðurin í føroysku sjógvalingini heldur fram at lækka og í ár var hann 12 - og 14 prosent lægri enn í fjør.

– Hetta endurspeglar góða lívfrøðiliga gongd, effektiva aling og skynsaman rakstur, sigur stjórin. 

Í Skotlandi var gongdin støðug á flestu alistøðum fyrra partin av ársfjórðinginum, men versnaði, tá ið sjúka rakti alibrúkið á Portree. 

Hetta fekk stórar avleiðingar fyri úrslitið. Men samstundis hevur smoltdeildin í Skotlandi gjørt munandi framstig, síðani hon varð løgd saman við føroysku deildina og skipað sum ein felags eind. 

Hetta hevur gjørt arbeiðið støðugari og tað hevur styrkt framleiðsluna av stórum, dygdargóðum smolti. 

Hinvegin væntar Bakkafrost, at laksaprísurin fer at hækka aftur tí altjóða útboðið av laksi minkar, samstundis sum at eftirspurningurin eftir dygdargóðum laksi heldur sær. 

Hetta átti at ført til hægri prísir á laksi í vetur og inn í 2026. 

– Hóast fíggjarligan mótburð í hesum ársfjórðinginum er samtakið væl brynjað til at møta framtíðar møguleikum og avbjóðingum á sterkum lívfrøðiligum grundarlagi, sigur Regin Jacobsen.

– Okkara raðfestingar eru óbroyttar og tær eru at styrkja lívfrøðiligu stýringina, at varðveita tamarhaldið á rakstrarkostnaðinum og at veita burðardygt langtíðarvirði við framúr rakstri. 

 

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

Í gjár kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

Í gjár kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01