Bókadeildin hjá Føroya Lærarafelag gevur nú eina sermerkta, ukrainska myndabók, út. Tað er ein myndabók um kríggj og hon ber heitið »Kríggið, sum broytti Rondo«
Bókin er um vinirnar, Danko, Zirka og Fabian, sum búgva í lítla, friðarliga býnum, Rondo - sum er eitt uppfunnið navn og ikki ein veruligur býur.
– Har er friður og alt gott, líka til lagnutunga dagin, tá ið tey fáa kríggið inn á seg.
– Tey royna at tosa við Kríggið og stríðast ímóti tí, men einki sær út til at kunna steðga Krígnum at oyðileggja alt rundan um seg. Men tá ið øll í býnum arbeiða saman, hómast ein vón, sigur Bókadeildin hjá Lærarafelagnum í tíðindaskrivi.
Ætlanin við bókini er at fagna friði, mótstøðu og hjálp. Roman Romanyshyn og Andriy Lesiv úr Ukraina hava gjørt bókina sum eina reaktión upp á kríggið í heimlandinum í 2014. Sanna A. Dahl týddi úr norskum og hon er til børn frá umleið fimm ára aldri.
Hendan útgávan er ein stuðulsútgáva burtur av. Hon kostar 100 krónur og øll inntøkan av søluni fer til Reyða Kross í Føroyum og teirra arbeiði við ukrainskum flóttafólkum í Føroyum. Samstundis er alt arbeiðið í sambandi við bókini, gjørt fyri einki.
Týðarin hevur týtt bókina ókeypis, Bókadeildin ritstjórnaði bókina ókeypis, Føroyaprent setti bókina upp, ókeypis, eins Bókamiðsølan og bókahandlar selja bókina uttan at taka vinning aftur fyri.
Samstundis hava Føroya Banki, Hiddenfjord og súkkluhandilin í Klaksvík eisini latið stuðul til útreiðslurnar av prentingini.
Sigrið Zachariasen, dagligur leiðari í Reyða Krossi, sigur, at tey eru ómetaliga fegin og rørd av hesum tiltakinum hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags.
– Hvørt einasta eintak, sum verður selt av bókini, er ikki bara at deila eina sterka søgu um dirvi. Men tað stuðlar eisini arbeiðinum hjá Reyða Krossi við flóttafólki í Føroyum, sigur hon.