Ongi úrslit

Tey eldru hittast í Skopun í næsta mánað

Áki Bertholdsen
6. august kl. 11:45

Leygardagin 20. septembur, verður eldradagur aftur, og hesa ferð verður hann í Skopun. Tiltakið er fyri allar pensjónistar - men tað er neyðugt við tilmelding og tað skal vera áðrenn 10. septembur - og tað kostar 525 krónur fyri hvønn.

Landsfelag Pensjónista sigur, at um miðdagsleitið koyra bussar av farstøðini í Havn, og av Gomlu Rætt, til Skopunar, og teir koyra fólk heimaftur um kvøldið tá ið tiltakið er liðugt.

Í Skopun fáa pensjónistarnir bæði døgurða á miðdegi, drekka seinnapartin og náttúrða um kvøldið, og inn ímillum er bæði felagssangur við fylgisspæli, sangframførsla, føroyskur dansur, skemt og orðaskifti.

Har verður eisini ein framløga, har Gerhard Lognberg fyrrverandi løgtingsmaður og borgarstjóri í Skopun, fer at greiða frá.

Men tey fara eisini á vitjan í Skopunar kirkju, í Spinnarínum, í tógvhandlinum, Cakao, og á grótvirkinum.

Tey fara eisini at selja lutaseðlar við fleiri vinningum, men høvuðsvinnurin er eitt gávukort upp á 45.000 krónur til eina ferð við Sólorku.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14