Ongi úrslit

Tekniskt brek gjørdi at skipið fór á land

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Í gjárkvøldið hendi tað, at garnaskipið, Thor, sum var á veg inn á Havnina, bar við land á Tinganesi.

Løgreglan sigur, at skipið sigldi eftir forskriftunum tá tey komu inn um molan, men eitt tekniskt brek av onkrum slagi elvdi til, at tey fingu ikki stýrt og manøvrera tá ið tey skuldu leggja at.

Tí bar Thor við lands á Tinganesi. Stoyturin var ikki harður, men løgreglan sigur, at skiparin vildi ikki taka nøkur óráð fyri og bakka av aftur fyri at trygggja sær, at skrúva og annað, ikki skuldi fáa skaða.

Sostatt kom Pressarin og hálaði Thor av aftur so at tey fingu lagt skipið við bryggju.

Løgreglan sigur, at Skipasýnið er kunnað um hendingina, sum er føst mannagongd í slíkum førum.  

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Tað er rein satanisma

8. februar kl. 21:00

Fór á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp

5. februar kl. 07:44

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Loysnir, ikki fíggindamyndir

4. februar kl. 16:14

Hevur seks túrar um dagin til Nólsoyar - vil hava broyting í

6. februar kl. 11:39