summar eru fleiri av útlendsku spælarunum, sum higartil í ár hava verið í 07 Vestur farnir av aftur landinum, og onkur er leigaður út til ÍF.
Dan Brimsvík er nýggjur venjari í 07 Vestur, og í kvøld ber 07 Vestur tíðindi um, at fyrsti spælarin hevur skrivað undir sáttmála, síðani nýggjur venjari varð settur í Vágum.
Talan er um 26 ára gamla Teit Olsen, sum bara hevur spælt við 07 Vestur. Higartil í ár hevur hann ikki verið í besta hópinum. Fyri stuttum fór hann at venja við næstbesta liðnum, og í kvøld boðar felagið frá, at Teitur hevur skrivað undir sáttmála, sum fevnir um 2024 og 2025 kappingarárini.
07 Vestur skrivar soleiðis:
Teitur tekur enn eitt tørn fyri besta liðið hjá 07 Vestur
Vit kunnu í kvøld við frøi kunngera, at ein av okkara lokalu aftur kemur at spæla fótbólt á besta liðnum hjá 07 Vestur. Talan er um Teitur Olsen, sum hevur verið partur av stammuni á 07 Vestur liðnum í fleiri ár. Hetta verður 10. árið vit fara at síggja 26 ára gamla Teit í hvítum.
Teitur hevur altíð spælt við 07 Vestur. Sambært faroesoccer.com hevur teitur spælt 216 vaksnamannadystir við 07 Vestur, harav 75 av teimum í bestu deildini.
Sostatt er hetta ein av royndastu spælarunum hjá okkum. Hetta verður heilt sikkurt eitt gott íkast til hópin hjá Dan Brimsvík.
Teitur hevur gjørt sáttmála fyri hetta og komandi kappingarár.
Hjartaliga vælafturkomin,Teitur, skrivar 07 Vestur í kvøld.