Klokkan 16 verður fyrsta bríksl í U-21 EM undankappingardysti í fótbólti. Tað verður í Klaksvík, at føroyska liðið fær vitjan av Portugal. Portugal telist millum heilt stóru fótbóltstjóðirnar í Europa, og teir á U-21 landsliðnum eru longu væl á veg í fyrireikingunum at lyfta arvin. Tað sigur yvirlitið, sum vísir hvørji feløg ungu portugisarnir umboða.
Umframt úr stórfeløgunum í Portugal – Benfica, Porto og Sporting – so eru portugisisku unglingarnir á lønalistum hjá í fremstu deildunum í eitt nú Onglandi og Fraklandi.
Í hilnaðist tað væl hjá Eyðuni Klakstein og hansara monnum, meðan tað úrslitaliga hevur verið heldur soltið higartil í ár. Hugaligt var tað tó, tá ið tað 5. september ikki var meiri enn eitt mál á muni suðuri í Kroatia. Tá vann heimaliðið 2-1. Bøði kroatisku málini vórðu skorað við brotsspørkum, áðrenn Beinir Nolsøe í síðstu løtu minkaði um munin til 2-1.
Fimm dagar seinni var tað vónbrot, tá ið tað á heimavølli endaði við 4-0 tapi ímóti Grikkalandi:
-Hvør dystur livir sítt egna lív. Um tað skal eydnast okkum at fáa gott úrslit, so er tað alneyðugt, at vit eru savnaðir um uppgávuna frá fyrsta bríksli, og at perónligu mistøkini vera lúkað burtur. Vit hava aftur og aftur sæð, at stinnu mótstøðulondini eru eirindarleys, tá ið tey sektað okkum, sigur Eyðun Klakstein.
Fýra av teimum, sum áður hava verið stuðlar á U-21 landsliðnum, eru ikki tøkir. Ein av teimu er miðverjin Samuel Johansen Chukwudi, sum fyrst varð fluttur upp á A-liðið, og sum síðani hevur givið avboð, tí hann er sjúkur. Hinir eru Áki Johannesen og Poul Kallsberg, sum eru skaddir, og Áki D. Samuelsen, sum akkurát er komin fyri seg eftir langan skaðasteðg.