Ongi úrslit

TB hevur sett nýggjan venjara

Talan er um fyrrverandi fótbóltsmennara hjá FSF, sum nú fer at venja TB

Jonhard Hammer
29. mai kl. 18:47

Tá ið TB síðsta vikuskifti tapti 5-0 á heimavølli ímóti KÍ, var tað lokali Allan Smedemark, sum hevði ábyrgd av heimaliðnum. Tað hevur verið bíðað eftir, hvør fór at avloysa Sonna Óla Djurhuus, sum legði frá sær fyri stuttum.

Nú hevur TB sett nýggjan venjara.

TB formaðurin André Dalfoss váttar fyri bolt.fo, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við danska venjaran Thomas Thinggaard. Hann er 38 ára gamal, og hevur áður arbeitt í Føroyum. Tað var í 2017 og inntil á sumri í 2018, tá ið hann var fótbóltsmennari hjá FSF.

Síðstu tíðina hevur hann verið hjálparvenjari í Vendsyssel, sum spælir í næstbestu donsku deildini.

Leygardagin fer TB at spæla á útivølli ímóti B68. So verður landsliðssteðgur, og sambært tí, sum bolt.fo veit at siga, so fer danski venjarin at taka við starvinum í Trongisvági 8. juni.

Fyrsti dysturin hjá nýggja venjaranum verður 14. juni, tá ið TB fær vitjan av Víkingi.

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00