Ongi úrslit

TB er í steypafinaluni eftir fimmsettara ímóti Fleyr

Bónuskappingin, kvinnur – hálvfinala: TB – Fleyr 3-2 (25-27, 25-11, 16-25, 25-18, 15-11)

Flogbóltssamband Føroya
2 tímar síðan

Fyri fyrstu ferð síðan 2018 hevur TB spælt seg í steypafinaluna í flogbólti eftir 3-2 sigur á Fleyr. 

Tað var tó Fleyr sum legði betur fyri og legði seg á odda 11-2 ímóti at síggja til fjáltursstungna TB-liðnum. Fjálturin hvarv tó eftir leikbrá, og við átta stigum á rað fór TB frá 15-21 upp á 23-21 og sá út til at fara at vinna fyrsta settið. Men Fleyr svaraði aftur, og eftir at hava hórað undan fyrsta settbóltinum, fór Fleyr framum 25-24 og vann settið 27-25 eftir blokk frá Maritu Emmu Heinadóttir.

Í øðrum setti fekk Fleyr ikki bilbugt við servunum hjá TB, sum lættliga vann settið 25-11.

Í triðja setti var tað so hinvegin TB sum hevði trupulleikar við móttøkunum, og so vann Fleyr 25-16.

TB var aftur betur í fjórða setti, og eftir at Fleyr hevði stríðst við at javna til 13-13, eftir at hava verið aftanfyri 7-12, dró TB frá aftur og vann settið 25-18.

Í javnbrótaranum gekk javnt á til 6-6, tá ið TB vann fýra stig á rað og legði seg á odda 10-6, men hóast Fleyr kempaði væl, kom tað ikki nærri enn 8-10 og 9-11, áðrenn TB við blokki frá Sharon Holm Haynes tryggjaði sær settið 15-11 og harvið fyrsta steypafinaluplássið hjá TB síðani 2018, tá tvørakvinnur vunnu finaluna 3-1 á KÍF. 

 

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41