Ongi úrslit

Tarmfelagið 50.000 frá Lions

Síðstu árini hevur Lions Club sligið ágóðan av stórsteypadystunum í bæði hondbólti og fótbólti saman, so talan kundi gerast um eina størri upphædd, ið gjørdi størri mun hjá móttakaranum

Poul Geert Hansen frá Lions handar Astu av Vollanum og Kristinu Viderø frá Tarmfelagnum tær 50.000 krónurnar, sum er ágóðin frá stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti
Lions Club/tíðindaskriv
5 tímar síðan

Lions Club hevur um dagarnar handað Tarmfelagnum ágóðan frá stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti, sum vórðu spældir ávikavist í septembur í fjør og februar/mars í ár.

 

Síðstu árini hevur Lions Club sligið ágóðan av stórsteypadystunum í bæði hondbólti og fótbólti saman, so talan kundi gerast um eina størri upphædd, ið gjørdi størri mun hjá móttakaranum. Tí kundi Lions hesaferð handað Tarmfelagnum tilsamans 50.000 krónur.

 

– Tað kemur ordiliga væl við hjá okkum at fáa eitt íkast til raksturin av felagnum. Vit hava ymsar verkætlanir í gongd og hóast arbeiðið hjá okkum er ólønt, kostar alt pengar at gera, so stuðulin ger tað møguligt hjá okkum at halda fram at arbeiða, sigur Asta av Vollanum, forkvinna í Tarmfelagnum.

 

Hon nevnir eina verkætlan um strongd, mat og rørslu í mun til tann tarmsjúka og tey avvarðandi, har Tarmfelagið er í samstarvi við eitt universitet í Milano. Men so hevur hon eisini eitt hjartasuff:

 

– Eg kann nevna, at vit eru í ferð við at menna eina app, ið vísir til tað vesið, tú ert tættast við, og hvar í Føroyum almenn vesi eru at finna. Tá ið tað kemur til atkomu, verður ov lítið hugsað um vesini, so tað eru ov fá almenn vesi og hartil eru nógv kundavesi annaðhvørt stongd ella niðurløgd, tíverri.

 

Nýtt navn

Felagið kallaðist til fyri kortum Colitis-Crohn Felagið, men hevur júst skift navn og eitur nú Tarmfelagið. Hetta skal millum annað gera tað lættari hjá fólki at skilja, hvat felagið er og hvat endamál tað hevur.

 

– Herfyri skifti danska felagið navn, og so valdu vit at gera tað sama, tí tað eru ikki øll, ið skilja, hvat Colitis-Crohn stendur fyri. Vit arbeiða jú eisini við øðrum tarmsjúkum, so vit hildu tað vera best at skifta navn nú, sigur Asta av Vollanum.

 

– Tarmfelagið er eitt greiðari og rættari navn, ið fevnir breiðari og lýsir virksemið betri, og vónandi fer tað at gera tað lættari hjá fólki at finna okkum. Fyrsta dagin fáa vit eisini nýggja adressu til heimasíðuna, sum kemur at eita tarmfelag.fo.

 

Forkvinnan í Tarmfelagnum sigur, at føroyingar tíverri hava heimsmet í tarmsjúkum, tí yvir túsund fólk í Føroyum hava staðfest tarmsjúku, men hildið verður, at hetta tal óivað er hægri enn so. Endamálið hjá Tarmfelagnum er at betra viðurskifti hjá tarmsjúkum í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Hildu at flogfarið datt niður

Í gjár kl. 20:30