Sum vit skrivaðu í áðni, eru nú 30.513fólk til arbeiðis í Føroyum. Vit skrivaðu eisini, at kynsbýtið er rættiliga javnt tí 48,7 prosent av teimum, sum eru til arbeiðis eru kvinnur og 51,3 prosent vóru menn.
Men verður hugt eftir teimum ymsu vinnugreinunum, er kynsbýtið rættiliga stórt, alt eftir hvørjar vinnur, talan er um. Sum heild kann sigast, at tann privata vinnan eru mannfólkastørv, men tað almenna eru kvinnustørv.
Meira enn helvtin, 57 prosent, av øllum starvsfólkunum arbeiða hjá privatum arbeiðsgevarum og restin, 43 prosent, arvbeiða hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði.
Verður hugt eftir kynsbýtinum, er stórur munur á tí næstan tveir triðingar av kvinnunum arbeiða hjá almennum arbeiðsgevarum av ymsum slagi, men bara ein fjórðingur av almennum starvsfólkum, eru menn.
Í vinnugreinini sum eitur »Heilsa- og almannaverk« eru eru kvinnur 87,6 prosent av starvsfólkunum.
Aðrar vinnugreinar, har nógvar kvinnur arbeiða, er í bólkinum, sum eitur »Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar og Undirvísing«.
Størsta kynsbýtið er tó í vinnugreinini »Byggivinna«, har 91,7 prosent eru menn. Tað eru eisini nógvir menn í bólkinum »skógrøkt og fiskiveiða« og í bólkinum »Vatnveiting; kloakkir og ruskviðgerð«.
Vinnugreinin, har kynsbýtið er javnast, er í bólkinum »Heil- og smásøla; umvæling av akførum«, har 51 prosent av starvsfólkunum eru kvinnur og 49 prosent eru menn.