Ongi úrslit

Talið á landsstýrisfólkum skal ásetast við lóg

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

– Eg havi fingið sett míni fingramerki á nýggja samgonguskjalið.

Tað sigur ein av nývaldu tinglimunum, Ben Arabo, í Javnaðarflokkinum.

Hann hevur, meiri enn nakar verið talsmaður fyri at seta nýskipanir í verk og hann sigur, at hann er nøgdur við tað, sum stendur í samgonguskjalinum á hesum øki.

Í samgonguskjalinum stendur, at lógarverkið skal endurskoðast fyri at minka um óneyðuga fyrisiting og eftirlit.

Málið er at vit skulu hava færri lógir og tær skulu vera einfaldari.

– Dupultfunktiónir skulu burtur, eisini millum land og kommunur og hereftir verður tað so, at tað skal vera ein málsviðgerð og ein kærumøguleiki, og ikki sum nú, har tað eru fleiri kærumøguleikar, bæði friðingarnevnd, yvirfriðingarnevd og so víðari, fyri at taka eitt dømi.

– Hetta skal verða galdandi á økjum so sum: Byggisamtyktir, umhvørvismál, ferðavinnumál, integratiónsmál, almanna- og heilsumál, stendur í samgonguskjalinum.

– Fyristingarlig viðgerðartíð skal verða so stutt sum møgulig og ongantíð meira enn seks mánaðir, stendur eisini.

Samstundis fer samgongan at kanna møguleikarnar fyri at leggja stovnar saman  ella at leggja stovnar niður.

– Har er nógv spennandi, men nýskipanir eru ikki bara fyri at gera tað bíligari, tað er eisini fyri at gera tað betri, segði Ben Arabo beint eftir, at samgonguskjalið varð almannakunngjørt.

Ben Arabo var eisini formaður í nýskipanarnevndini hjá undanfarna landsstýri og tá mælti nevndin til at lækka talið á aðalráðum niður í seks.

Tað varð eisini gjørt - men longu nú verður talið hækkað upp aftur í sjey aðalráð.

Ben Arabo ásannar, at tað er ikki meiri enn næstbest. Men stýrisskipanarbólkurin mælti eisini til, at tað skal beinleiðis setast í stýrisskipanarlógina, at tað skulu bara vera fimm landsstýrisfólk, umframt løgmann.

Ben Arabo sigur, at hann hevur skilt, at tað er akkurát tað, samgongan fer at gera.

– Tað er betri at fáa Stýrsskipanarlógina broytta enn at halda fast um eitt tal beint nú, leggur hann afturat.  

Sjálvur hevur hann ongar ætlanir um at fara í landsstýrinum. Hann sigur, at tað er ikki ein landsstýrissessur, sum hann hevur strembað eftir.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

5. apríl kl. 09:39

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

4. apríl kl. 08:41

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

Í gjár kl. 08:58

Fer illa við manni sínum

2. apríl kl. 18:12

Fekk 12,7 milliónir dollarar í endurgjaldi

4. apríl kl. 16:18