Ongi úrslit

Takk fyri áheitanina. Tú verður avgreiddur í 2028

Ben Arabo, valevni fyri Javnaðarflokkin
6 tímar síðan

Fyri nøkrum árum síðani fekk ein nærtstandandi hjá mær staðfest krabba á Landssjúkrahúsinum. Minni enn tríggjar vikur frá diagnosuni, var hon løgd undir skurð í Reykjavík, og alt gekk væl. Tá var eg glaður fyri at betala mín skatt.

Tað sama er, tá okkara børn fáa handaði prógv, ella okkara gomlu verða væl ansaði. Tá betalir man eisini sín skatt við gleði.

Tá man hinvegin hevur sæð, at ein matrikulering kann taka tvey ár at fáa framda, ella lesur um matstovuna Koks sum bíðaði í trý ár eftir einari niðurstøðu, so er tað við nógv verri tannabiti, at man betalir sín skatt.

Entusiasman at betala skatt dalar eisini munandi, um man er nummar 10 í einari telefonbíðirøð hjá Taks, sum hevur telefontíð tveir tímar um dagin fýra dagar um vikuna.

Sum javnaðarmaður, so fellir tað mær fyri bróstið, tá vanligi borgarin skal bíða í ár eftir avgerðum ella avgreiðslum, ella tá vanligir borgarar uppliva, at skipanin ikki er innrættað fyrst og fremst til tey.

Trupulleikin er ikki einstaka starvsfólkið. Tey arbeiða pliktuppfyllandi í tí almennu skipan, tey eru sett í. Trupulleikin er bygnaðarligur, og har mugu politikarar skipa øki, sum ikki rigga, av nýggjum.

Eingin almenn avgreiðsla skal taka ár í Føroyum. Kunnu vit ikki øll semjast um tað?

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

Í gjár kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ringar at skjóta niður

Í gjár kl. 20:30