Í framtíðini skal tað ikki vera líka lætt hjá útlendingum at koma til Føroya at arbeiða, sum tað er nú.
Tað sæst, nú Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í útlendingamálum, hevur greitt frá, hvørjar ætlanir hann hevur á økinum.
Beinir Johansen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hann um hann ætlar at gera nakað við trupulleika. Hann sigur, at dømi eru um, at útlendingar, sum eru komnir til Føroya at arbeiða, eru dømdir fyri álvarsom lógarbrot í heimlandinum.
– Í løtuni kann útlendingar koma higar at arbeiða, uttan at nakar biður teir um eina revsiváttan frammanundan, staðfestir hann.
Bjarni Kárason Petesen sigur, at spurningurin er umrøddur og Útlendingastovan mælir til, at tað verða føroysku arbeiðsgevarrnir, sum skulu krevja revsiváttanir frá sínum útlendsku arbeiðsfólkum.
Skal Útlendingastovan eisini gera tað, fer tað at seinka málsviðgerðini hjá Útlendingastovuni alt ov nógv, tí tá skulu revsiváttanirnar váttast hjá viðkomandi útlendsku myndugleikum, sigur landsstýrismaðurin.
Bjarni Kárason Petersen sigur, at eftir summarferiuna er ætlanin at fara undir arbeiðið at gera eitt uppskot, sum skal leggjast fyri Løgtingið um hesu viðurskiftini.
Og har verður tað eitt krav, at arbeiðsgevarar, sum seta útlendingar í starv, skulu krevja revsiváttan frá teimum.
Arbeiðsgevararnir skulu eisini tryggja, at útlendingarnir hava sínar tryggingar í lagi og at teir hava ávísar málkunnleikar, tá teir søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.