Ongi úrslit

Tær eru væl fyri hóast ferðin var long

Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til UEFA Nations League dystin ímóti Moldova, sum verður á Zimbru Stadion í Chisinau í dag, fríggjadagin klokkan 18:00. Dysturin verður stroymdur á KvF.fo

© Mynd: fsf.fo
A-landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Pætur Smith Clementsen
fsf.fo
30. mai kl. 09:54

– Vit hava fyrireikað okkum upp á eitt sindur av hvørjum, men vit vænta ein javnan dyst. Tað sigur landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Pætur Smith Clementsen millum annað í samrøðu við FSF Varpið undan UEFA Nations League dystinum móti Moldova.

Føroyski hópurin kom til moldoviska høvuðsstaðin Chisinau seinnapartin týsdagin, og síðani hava tríggjar venjingar verið á skránni.

Og hóast eina drúgva ferð, so eru allar væl fyri, og vónandi verður úrslitið av dystinum í apríl mánað endurtikið, tá Føroyar vunnu 2-0 á Moldova á Tórsvølli.

Dysturin millum Moldova og Føroyar verður stroymdur á kvf.fo. Veljið “sjón” og síðani KVF 2.

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00