Taekwondofelagið Hwarang Føroyar drívir á

Leygardagin vóru gradueringar á skránni. Tveir íðkarar fingu sítt fyrsta svarta belti. 12 onnur fingu 2.dan.

Dan Lamhauge
18. januar 2021 kl. 07:50

Tað er lív í einasta Taekwondofelagnum í landinum, Hwarang Føroyar, sum heldur til í skúlanum í Søldarfirði. Herfyri fingu trý teirra játtaðan stuðul til úrvalsítrótt.

Leygardagin var aftur tiltak í skúlanum í Søldarfirði. Tá vóru gradueringar á skránni. Tvey ítróttafólk, tvær ungar gentur, fingu sítt fyrsta svarta belti, 1.dan, og 12 onnur fingu sína aðru strípu í svarta beltið, 2.dan.

Fyri tann, sum ikki er inni í hesum ítróttinum, kann tað tykjast nakað torskilt at halda skil á, hvussu skipanirnar við beltum og heitum eru í Taekwondo.

Í stuttum snýr tað seg um, at tað eru 10 torleikastig, sum íðkararnir skulu ígjøgnum, áðrenn teir kunnu fáa sítt fyrsta svarta belti. Hesi fyrstu stigini kallast kup-stigini. Á leiðini skulu teir graduerast. Graduering er ein roynd, sum skal prógva, at ein er førur fyri at fáa næsta beltinum, náa næsta kup-stiginum. Sostatt gerast gradueringarnar torførari og torførari fyri hvørja ferð. Umframt at duga at berjast og gera seriu, fevnir graduering eisini um ein ástøðiligan part. Tað er venjarin, sum metir um, hvørt íðkarin er førur fyri at fara til graduering.

Tá ein íðkari hevur staðið øll hesi 10 kup-stigini, kann hann arbeiða fram ímóti fyrsta svarta beltinum, tað sum kallast 1.dan-stigið. 1.dan er fyrsta av 10 dan-stigum. Sostatt er 10.dan hægsta mál, sum ein kann náa í Taekwondo.

Til gradueringina leygardagin vóru tveir danir komnir. Teir eru ikki hvørjir sum helst, tí talan var um Claus Henriksen 8.dan og Michael Iversen 7.dan.

Í Søldarfirði siga tey, at tað gekk upp á stás hesaferð. Tveir íðkarar fingu sítt fyrsta dan, meðan 12 aðrir fingu sítt annað dan. Hesi hava íðkað taekwondo í minst fimm ár uttan steðg. Nú ganga nakrir mánaðir, áðrenn næsta graduering er á skránni.