Hjálparvenjarin var villari í fyrra hálvleiki enn allir teir føroysku spælararnir. Tí var spurningurin, um Atli Gregersen ikki átti at verið skiftur inn, skemtaði onkur við í steðginum.
-Vit tosaðu róliga um tingini í skiftirúminum, men áðrenn vit fóru út til seinna hálvleik, vóru allir greiðir yvir, at hugburðurin hevði ikki verið nóg góður í fyrra hálvleiki. Tá ið Gibraltar hevði lagt seg á odda, kendist tað sum um, at marginalirnir ikki vóru við, og tá er tað eyka neyðugt at ofra seg og takla og renna og stríðast. Hetta var væl betur eftir steðgin, sigur Atli Gregersen hjálparvenjari.
Hallur Hansson er liðformaður. Hann plagar at taka sítt tørn, og eftir 2-1 sigurin ímóti Gibraltar er hann ógvuliga fegin:
-Vit hava spælt væl ímóti góðum liðum, sum eru styrkismett væl hægri enn vit, og vit hava staðið okkum væl. Tí hevði tað verið stórt vónbrot, um tað ikki eydnaðist at vinna ímóti Gibraltar, sum er nógv pláss undir okkum á FIFA styrkislistanum, sigur Hallur Hansson.
Liðformaðurin gekk í seinna hálvleiki av álvara undan, og hetta var kanska besti landsdysturin hjá honum, síðani hann í langa tíð var burtur frá landsliðnum, tí hann var skaddur.
Hugsaði tú um, at tað hevði verið totalur niðurtúrur, um tit ikki megnaðu fólkakravið, sum tað var, at tit vunnu ímóti Gibraltar?
-Vit hava sæð og hoyrt sumt av tí, sum hevur verið tosað og skrivað. Sum eg segði, so hevði tað verið øgiligt vónbrot hjá okkum, um vit ikki vunnu. Nú endaði tað, sum tað gjørdi, og tað er hugaligt at siga farvæl og at vit - um alt gongur sum tað skal - síggjast aftur fyrst í september, tá ið mótstøðuliðini vera Kroatia á heimavølli og Gibraltar á útivølli, sigur Hallur Hansson.