Ongi úrslit

Tað verður nógv tosað um Jóannes Bjartalíð

Í Fredrikstad eru tað tey, sum skilja avgerðina hjá felagnum, meðan onnur halda tað vera burturvið, at felagið ikki hevur bjóðað Jóannesi Bjartalíð nýggjan sáttmála

Jóannes Hansen
3. november 2025 kl. 20:45

Tað hevur ljóðað í eina tíð, og nú er tað staðfest.

Jóannes Bjartalíð gevst nú á nýggjárinum í norska Fredrikstad.

Tað boðar felagið frá í dag.

Millum fjepparar hjá norska felagnum eru tað tey, sum siga seg skilja avgerðina, og tað eru tey, sum als ikki eru samd í, at Jóannes Bjartalíð á nýggjárinum ikki verður partur av hópinum, sum fer at fyrireika seg til nýtt kappingarár í bestu norsku deildini.

-Tað verður torført at fáa avloysara fyri Jóannes fyri teir pengarnar, sum Fredrikstad hevur ráð at rinda. Tá ið hann er upp á tað besta, so er hann ein tann besti og kanska tann besti spælarin hjá okkum, eru tað tey, sum viðmerkja tíðindini í dag um, at felagið í Fredrikstad ikki hevur bjóðað Jóannesi Bjartalíð nýggjan sáttmála.

Tey, sum taka undir við, at tað er rætt ikki at bjóða føroyska landsliðsspælaranum nýggjan sáttmála, siga seg ikki vera ósamd í, at Jóannes er góður fótbóltsspælari:

-Trupulleikin er, at hann so ofta er skaddur. Hann hevur verið her í felagnum í trý ár, men hann hevur bara verið tøkur í eitt ár. Felagið er lítið, og tað eru ikki so nógvir pengar, og tá er tað ov kostnaðarmikið at hava spælara, sum spælir so lítið, sum Jóannes hevur gjørt, tí hann hevur verið skaddur.

Tað skilst eisini, at Jóannes Bjartalíð hevur verið áhugaður í at royna seg í øðrum felag. Um tað verður í Norra, í Danmark ella kanska í einum triðja landi er ikki greitt enn.

Tað var eftir, at KÍ í 2022 vann FM við 77 stigum, sum framvegis er met, at Jóannes Bjartalíð bað barndómsfelagnum farvæl og flutti til Fredrikstad. Tað gjørdi hann, eftir at KÍ venjarin øll árini, sum Jóannes var á besta liðnum í Klaksvík, hevði skrivað undir við Frederikstad.

Mikkjal Thomassen og Jóannes Bjartalíð samstarvaðu í Fredrikstad fram til mitt í juli í 2024, og nú gevst Jóannes Bjartalíð í norska felagnum.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

Í gjár kl. 21:35

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46

Framvegis einki tamarhald á eldinum

Í gjár kl. 21:11