Ongi úrslit

Tað verður neyðugt við uppaftur betri avriki ímóti Kekkia

Landsliðsvenjarin roknar við, at liðið ímóti Kekkia fer at líkjast nógv tí, sum vann stórsigur ímóti Montenegro

Jonhard Hammer
11. oktober kl. 14:35

Eftir at teir hava hildið frí í eitt samdøgur eru landsliðsspælararnir aftur savnaðir. Í dag hava teir eina venjing, og klokkan 15.30 fara teir at skriva autografar í SMS.

Á tíðindafundi í FSF húsinum nú eftir døgurða fegnaðist Eyðun Klakstein landsliðsvenjari aftur um góða avrikið og flotta úrslitið ímóti Montenegro. Í sama andadrátti staðfesti hann, at talan verður um heilt aðra avbjóðing í morgin klokkan 17, tá ið Kekkia verður mótstøðuliðið á Tórsvølli.

-Tá ið vit 22. mars taptu 2-1 í Kekkia, skoraðu teir sigursmálið fimm minuttir undan leikloki. At Kekkia kappast við Kroatia um at vinna bólkin sigur okkum, at talan er um gott lið. Men hóast talan er um góð lið, so hava vit verið tætt við at fáa góð úrslit ímóti bæði Kroatia og Kekkia, og nú fyrireika vit okkum til hesa stóru uppgávuna. Vit vóna og rokna við, at tað kann eydnast at megna heilt stóra úrslitið, sum vit leingi hava bíðað eftir. Skal tað eydnast, so mugu vit lyfta okkum uppaftur eitt stig longri upp, enn vit vístu ímóti Montenegro sigur landsliðsvenjarin.

Tá ið landsliðið fyri einum mánað síðani spældi tveir dystir var liðið í nógv broyttari útgávu í 1-0 sigrinum í Gibraltar, tá ið sammett var við liðið, sum tríggjar dagar frammanundan tapti 1-0 á heimavølli ímóti Kroatia. Soleiðis verður tað ikki hesa ferð:

-Nú venja vit, og so fáa vit at síggja, hvussu tað verður við broytingum, men talan verður ikki um fleiri broytingar, og tikið samanum fer liðið í morgin at minna nógv um tað, sum hóskvøldið avrikaði so væl og vann so flottan sigur ímóti Montenegro, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari.

Lagið er gott, og í landsliðsleguni fegnast teir um fína avrikið og flotta sigurin ímóti Montenegro.

Hetta var landsdystur nummar 252, síðani Føroyar í 1988 ella fyri gott og væl 37 árum síðani spældu fyrsta altjóða skrásetta landsdystin. Hetta var 40. ferðin, at føroyska liðið fór av vøllinum sum vinnari.

-Avrikið ímóti Montenegro man vera eitt tað besta yvirhøvur hjá landsliðnum, og úrslitið rokna vit at vera millum fimm tey bestu, eru tað fleiri í landsliðsleguni, sum hava á orði, tá ið vit hitta teir.

 

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14