Hjá Magnus Powell og KÍ eru tað trý mál, sum felagið ætlar at røkka í ár. Eitt er at vinna FM. Eitt annað er at vinna finaluna um løgmanssteypið. Og triðja málið er at røkka deildarspæli í Europa Conference League.
Einki av málunum er rokkið enn, men KÍ hevur møguleika at røkka øllum trimum málunum.
Í FM kappingini er KÍ 11 umfør undan kappingarenda 11 stig frammanfyri NSÍ og HB. Fyrsta royndin eftir summarsteðgin verður annan sunnudag ella tríggjar dagar eftir heimadystin í Conference League. Tá fer KÍ at spæla á Eiði.
Í steypakappingini hevur KÍ spælt seg í finaluna. Hon verður fríggjakvøldið 31. oktober ímóti Víkingi.
Og so er tað deildarspælið í Conference League. Um KÍ skal røkka í deildarspælið, so er neyðugt hóskvøldið um eina viku at vinna á heimavølli ímóti Radnicki 1923, og so at vinna seg víðari úr bæði triðja umfari og avgerandi fjórða umfarinum.
Í kvøld spenna KÍ spælararnir frá suðuri á Balkan. Í morgin flúgva teir til Keypmannahavnar og so heim til Føroya.
Magnus Powell og hansara menn eru longu farnir undir fyrireikingarnar til heimadystin ímóti Radnicki 1923. Í kvøld endaði tað málleyst á útivølli, og harvið er treytin, at KÍ á heimavølli skal vinna, um tað skal eydnast at halda fram í Europa.
Talan verður um øðrvísi uppgávu á heimavølli, enn tað var í kvøld. Fyrsta orsøkin fyri tí er, at hitin verður ikki tann bágin hjá KÍ spælarunum, sum hann var tað í kvøld. KÍ spælararnir megnaðu í kvøld sera væl at halda høvdið kalt í omanfyri 30 hitastigum. Hóast KÍ í seinna hálvleiki var undir stórum trýsti, so datt liðið ongantíð sundur. Tað var samband millum keturnar, og tað riggaði væl við skjótingum borð úr borði.
Ein av spurningunum hjá venjaranum er, hvussu tað skal syrgjast fyri, at tað kann eydnast KÍ at vera longri frammi á vøllinum, enn liðið var í kvøld. Sum seinni hálvleikur leið, gekk tað mesta fyri seg á KÍ hálvuni og frammanfyri og í KÍ brotsteiginum. Serliga var tað í vinstru, at Radnicki 1923 hevði hug at leypa á og at leggja innfyri.
Áhugin var stórur millum áskoðararnar, tá ið KÍ vann 2-0 á heimavølli ímóti SJK úr Finnlandi.
Nú verður talan um rætta finalu í Klaksvík um eina viku, og tað eigur heilt víst av álvara at kveikja undir áhugan millum fjeppararnar og onnur áhuga kring landið um at vera hjástødd.