Nú mars mánaður er farin aftur um bak, kann Veðurstovan staðfesta, at hetta var ein mánaður, sum var bæði lýggjari og vátari enn miðal hevur verið.
Tað var næstan ikki ein turrur dagur í mars, tí teir kunnu teljast á aðrari hondini, sigur Veðurstovan. Onkran dag regnaði sera illa, men sum heilt regnaði eitt sindur alla tíðina, og tað var bara turt onkrar løtur var turt.
Í mars var miðalhitin 5,4 stig. Tann dagin, tað var heitast, vóru tað 10 stig og tann dagin tað var kaldast, vóru tað 1,8 kuldastig.
Hesi seinastu 30 árini hevur miðalhitin í mars verið 4,3 stig, so mars í ár var nakað væl lýggjari enn miðal.
Hóast mars í ár var væl lýggjari enn miðal, manglar nógv í at taka metið fyri mars. Tað var í 1929, tá ið miðalhitin í mars var 7,7 stig.
Og nú vit eru farin í hagtølini at hyggja, kunnu vit taka við, at tann kaldasti mars mánaðurin var í 1919, tí tá var miðalhitin 0,5 kuldastig.
Hinvegin regnaði eisini illa í mars, tí tað regnaði heili 165,8 millimetrar. Hetta er nakað meir enn miðaltalið fyri tey seinastu 30 árini, sum er 119,3 millimetrar.
Síðan aldarskiftið hava fimm marsmánaðir verið líka vátir - ella vátari. Tann vátasti í nýggjari tíð var í 2009, tá ið tað regnaði 211 millimetrar.
Fara vit heilt aftur til 1875 at leita eftir tí vátasta marsmánaðinum, er hann at finna í 1938, tá ið tað regnaði tað 285 millimetrar. Tann turrasti mars mánaðurin var í 2013, tá ið tað bara regnaði 50 millimetrar.