Tað var ein lættur og fegin venjari, sum eftir síðsta bríksl á Tórsvølli hitti pressuna.
Eitt sindur av einum vónbroti var tað, at tað ikki vóru fleiri enn 2600+ áskoðarar, men teir hoyrdust væl og stuðlaðu støðugt heimaliðnum, sum í tað mesta av trmum korterum var aftanfyri 1-0.
Liktinstein legði seg miðskeiðis í fyrra hálvleiki á odda 1-0 við rimmar skoti úr 23 metrum. Tað bar við sær, at tað gekk fyri seg eftir treytunum hjá gestunum, men tá ið ein tími var farin, sást tað, at orkan gekk undan hjá gestunum, og føroyska spælið varð alt meiri hugflogsríkt.
Inntil tað restaðu 19 minuttir var Gibraltar frammanfyri 1-0. Tá var tað, at Árni Frederiksberg við beinleiðis hornasparki úr høgru javnaði til 1-1. Hann hevur í 15 dystum verið á vøllinum í 496 minuttir, og hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var málskjútti á landsliðnum.
-Tað hevði ikki verið rímiligt, um vit ikki vunnu fulla úrtøku, tí í heilt stórum parti av tíðini vóru vit leikliga omaná. Vit hildu fast við konseptið, og tað hjálpti væl, tá ið ómóðir spælarar avloystu nakrar, sum høvdu givið seg fult út. Hornasparksmálið hjá Árna var soleiðis, sum vit aftur og aftur hava sæð, at hann megnar. Sigursmálið hjá Patrik Johannesen var sera hugaligt, tí hetta var fyrsta málið hjá okkum, sum er skorað í opnum spæli, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari.
Jóannes K. Danielsen legði frá baklinjuni í høgru útfrá til innskifta Patrik Johannesen, sum sendi bóltin í netið, og so endaði tað við 2-1 heimasigri.
Tíðliga í fyrra hálvleiki sendi Viljormur Davidsen av brotsteigarmarkinum í vinstru bóltin í handara stólpan og út.
Hugsaði tú tá, at hetta fór at vera stongút kvøld?
-Leingi sá tað soleiðis út, men vit hildu fokus, og talan var um søtan sigur.
Jóan Símun Edmundsson stóð seg væl ta løtuna, hann var á vøllinum?
-Jóan Símun hevur royndirnar, og í kvøld vísti hann tað, sum vit vita býr í honum. Eg ynski eisini at senda eina heilsu til Petur Knudsen. Hann var ætlaður at vera við í kvøld, men hann varð skaddur. Tíbetur rokna vit við, at hann verður tøkur í heyst, tá ið Kroatia verður mótstøðuliðið, sigur Eyðun Klakstein.
Hugsaði tú um møguleikan fyri katastrofuni, sum tað hevði verið, um Føroyar taptu á heimavølli ímóti Gibraltar?
-Eg havi verið venjari í so nógv ár, at eg veit, at tað snýr seg um at liva í løtuni og hava fokus á tí, sum gongur fyri seg og at arbeiða við, hvussu vit kunnu rætta upp á tað, sum ikki riggar. Tá ið dysturin er liðugur er tíð til at eftirmeta, og so mugu vit taka tað við, sum pressan hevur at siga. Í kvøld brúktu vit hálvleikssteðgin at tosa um tingini og rætta tað, sum ikki riggaði. Allir góvu seg fult og heilt, og eg unni spælarunum og føroyskum fótbólti sigurin, sigur Eyðun Klakstein.