Ongi úrslit

Tað nærkast hásumri - men Strandferðslan má avlýsa fyri veður

Áki Bertholdsen
25. mai kl. 23:36

Eftir liggjandi - óvanliga - gott veður í langa tíð, hevnir tað seg aftur nú. Og í morgin verður so nógvur vindur, at Strandferðslan avlýsir eina rutu - og ávarar um avlýsingar á eini aðrari.

Hann verður upp í 26 metrar um sekundið, av vestri, ella lágum vestri, og tí boðar Strandferðlan longu nú frá, at í morgin verður eingin sigling ímillum Sørvág og Mykines.

Men tey ávara eisini um ólag á suðuroyarsiglingini í morgin. Strandferðslan sigur, at eftir ætlan fer Smyril av Krambatanga klokkan seks í mogin ári, mánadagin, sum hann skal eftir ferðaætlanini.

Men síðani verður so nógvur vindur, at tað er vandi fyri, at ferðaætlanin fer ikki at halda restina av degnum -og kanska verður onkur túrur avlýstur heilt, sigur Strandferðslan.

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00