Nýskipanir skulu fremjast, so meiri fæst fyri hvørja krónu. Tað er yvurskipaða málið, nú Framsókn hevur lagt valskránna til løgtingsvalið, fram.
Tað merkir, at dupultfunktiónir skulu skerast burtur og almennar uppgávur skulu leggast saman í størri stovnar
Og so skulu vit hava eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum setir mark fyri, hvussu nógv rakstrarútreiðslurnar hjá tí almenna, kunnu hækka.
Men Framsókn vil eisini, at mark skal setast fyri, hvussu nógv sfólk kunnu setast í starv í almennu fyrisitingini.
Framsókn hevur lagt nógv arbeiði í at vísa á, hvussu neyðugt at tað er at pensjónsaldurin verður hækkaður. Men flokkurin heldur eisini, at serskipanir skulu gerast fyri tey, sum eru uppslitin áðrenn vanligan pensjónsaldur.
Framsókn vil heldur ikki, at nýggir skattir og avgjøld verða sett í verk - men afturfyri skulu inntøkurnar hjá landskassanum gagnnýtast munandi betur.
Størsta avbjóðingin í Føroyska samfelagnum er bústaðartrotið, sigur Framsókn. Tey siga eisini, at bústaðartrotið er ein fløskuhálsur fyri tilflyting og vøkstur, og í størstan mun snýr tað seg um at fáa útboðið at svara til stóra eftirspurningin.
– Miðvíst samstarv ímillum vinnu, kommunur og land skal fremja skjóta bústaðarbygging við prísum, tey flestu hava. ráð til, sigur Framsókn.
Í hesum sambandi skulu allar reglur og mannagongdir í samband við bygging, gerast smidligari, heilt frá matrikulering til byggiloyvi og byggikunngerð.
– Vit skulu seta eina viðgerðartrygd í verk fyri byggiloyvi innan ávísa freist, sigur Framsókn. Og hesi næstu árini skulu Bústaðir miðsavna seg burturav um at byggja ungdóms- og eldrabústaðir.
Framsókn vil eisini, at rentustuðulin skal niðurlagast í smáum so at hann er burtur einaferð í framtíðini.
Fólkavøkstur betrar um haldføri og tí skal berast so í bandi, at færri vilja flyta av landinum - og tað skal vera ein fyrimunur hjá føroyingum at flyta heim aftur
Tí skulu vit hava fleiri útbúgvingar í Føroyum, - serliga útbúgvingar ið venda sær til vinnulívið, og yrkisútbúgingar.
Lesandi í Føroyum fáa somu skattafyrimunir, sum lesandi føroyingar fáa í Danmark, og føroyingar sum flyta heim eftir loknan lesnað fáa tíðaravmarkaðan skattalætta.
Hámarkið fyri barsilsútgjaldið skal hækkast úr 32.000 krónum upp í 40.000 krónur, og barsilsskipanin verður gjørd smidligari, so at tað verður lættari hjá foreldrum at laga barsilsfarloyvið eftir teirra egna tørvi, heldur Framsókn.
– Vit skulu skunda undir at troyta føroyskt náttúrutilfeingi, so sum olju, gass og sjáldsom mineralir á havbotninum, sigur Framsókn.