Ongi úrslit

Tað kann verða betri á útivølli

Landsliðsvenjarin og spælararnir fegnast um javnleikin í kvøld, men teirhalda, at tað er møguleiki fyri uppaftur betri úrsliti í Amsterdam

Jonhard Hammer
23 tímar síðan

Tað kókar í nýggju høllini við Tjarnir. Síðsta bríksl hevur verið í fyrsta týdningarmikla hondbóltsdystinum, sum var EM undankappingardystur millum Føroyar og Niðurlond. Máltalvan vísir 32-32 eftir hálvleiksstøðuna 18-14 til Føroyar.

Síðsta lítla løtan minti um tiltikna dystin í Berlin ímóti Norra. Niðurlond løgdu seg á odda 32-31, tá ið tað restaði minni enn ein hálvur minuttir. Føroyar tóku leikbráð, og venjarin legði ábyrgdina á Elias Ellefsen á Skipagøtu um at skipa álopið. Hann royndi at bróta ígjøgnum, og so endaði bólturin á vinstra veingi hjá Leivi Mortensen, sum leyp inn úr spískum og setti bóltin í málið.

Føroyingarnir fegnast um stigið, men teir halda samstundis, at tað er møguleiki at avrika betur, tá ið somu lið sunnudagin hittast í Amsterdam.

-Tað er møguleiki fyri, at vit kunnu avrika betri, tá ið vit sunnudagin hittast í Amsterdam, tí tað vóru í kvøld fleiri mistøk, sum vit ikki eiga at gera, sigur Tróndur Mikkelsen við dimma.fo.

-Vit góvu okkum fult og heilt, og vit eiga at hava í huga, at fleiri av okkara spælarum í gerandisdegnum ikki eru so nógv í verju, sigur Peter Bredstorff-Larsen venjari hjá Føroyum í samrøðu við Trónd Arge í Kringvarpi Føroya.

Og dagsins maður og toppskjútti við 10 málum Elias Ellefsen á Skipagøtu er samdur:

-Tað var tungt í seinna hálvleiki, og tá gjørdu vit mistøk, sum vit ikki eiga at gera. Um vit ikki endurtaka tey sunnudagin og fáa betri fatur í verjuspælinum, so haldi eg, at vit hava møguleika at vinna stig í Amsterdam, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu í samrøðu við Kringvarpið.

https://dimma.fo/grein/myndir-foroyar-nidurlond

Føroyar – Niðurlond 32-32 (18-14)

EM undankapping

Í Høllini við Tjarnir mikudagin 12. mars 2025 kl. 19.00

Dómarar úr Spania: Ignacio Garcia og Andreu Marin

Føroyar:

Málverjar: Pauli Jacobsen og Aleksandar Lacok

Elias Ellefsen á Skipagøtu 10, Hákun West av Teigum 7, Óli Mittún 5, Teis Horn Rasmussen 4, Leivur Mortensen 3, Allan Norðberg 2, Bjarni í Selvindi, Pætur Mikkjalsson, Rói Berg Hansen, Hallur Arason, Tróndur Mikkelsen, Ísak Vedelsbøl, Rói Ellefsen á Skipagøtu

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

Í gjár kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57