Tali á húskjum í Føroyum veksur spakiliga, men stútt. Tann 1. desembur í fjør vóru 19.848 húski í Føroyum og tað 261 húski fleiri enn fyri einum ári síðani, í desembur í 2024, tá ið tað vóru 19.587 húski í Føroyum.
Men tað, sum loypur í eyguni er, at tað verða alsamt fleiri húski í Føroyum, har eingi børn búgva. Tilsamans eru tað heili 13.177 húski kring landið, har eingi børn eru og tað eru yvir 66 prosent av øllum húskjunum í landinum.
Serliga veksur bólkurin nógv av teimum húskjum, har bara eitt vaksið fólk býr. Tilsamans eru tað nevniliga 5.435 húski, har bara eitt vaksið fólk býr. Tað er samstundis tað mest vanliga slagið av húskjum.
Næststørsti bólkurin eru húski, har tað búgva tvey vaksin fólk við ongum børnum, tí tey eru akkurát 5.000 í tali. Og triðstørti bólkurin eru húski, har tað búgva trý vaksin, ella fleiri vaksin, við ongum børnum, tí tey eru 2.745 í tali.
Sostatt eru tað bara 6.671 húskjum av teimum 19.848 húskjunum í landinum, at tað búgva eitt, ella fleiri børn.
Sum tað sæst á talvuni niðan fyri, er talið á h´skjum vaksið eitt sindur allastaðni, uttan í Suðuroy, har tað er minkað eitt húski. Vinstruvegin er talið á húskjum 1. desembur í 2024 og høgrumegin er talið á húkjum 1. desembur í fjør.
