Ongi úrslit

Tað eru fimm valevni til tveir nevndarsessir

Áki Bertholdsen
3. februar kl. 11:13

Starvsfelagið fer at hava aðalfund nú í vár og har standa tveir limir í nevndini fyri vali.

Tað eru Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk, sum arbeiðir á Umhvørvisstovuni og Borgný Mohr, sum arbeiðir á Almannaverkinum, og tær stilla báðar upp aftur.

Men nú er greitt, at tað verður stríðsval um hesar báðar nevndarsessirnar, tí trý onnur valevni stilla eisini upp.

Tey eru Ann Sigurdsdóttir Poulsen, sum starvast hjá Føroya Tele, Bjørg Jacobsen, sum starvast hjá Taks og Tanya E. Joensen, sum starvast hjá Runavíkar kommunu

Skipað verður fyri talgildum vali upp undir aðalfundin, men tað ber eisini til at velja við brævatkvøðu.

Aðalfundurin verður í Smæruni leygardagin 7. mars.

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43

Sigur seg úr starvinum eftir avdúking

3. februar kl. 17:00

Tað er rein satanisma

Í gjár kl. 21:00

Fór á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp

5. februar kl. 07:44

Loysnir, ikki fíggindamyndir

4. februar kl. 16:14