Hetta seinasta samdøgurið hevur verið eitt av teimum heilt friðarligu.
Annars hendi nógv í gjár, tí bæði í Fuglafjørði og á Sandi vóru stevnur, og tvær grindir løgdu benini, ein í Vágum og ein í Suðuroy. Og sum heild var rættiliga nógv fólk í býnum í nátt - og veðrið var so gott, at tey hildu leingi á, eftir at skeinkistøðini høvdu latið aftur.
Men løgreglan sigur, at tað hevur verið so friðarligt, sum sjáldan áður.
Tað einasta, tey hava fingið niður á samdøgurs-frágreiðingina er, at ein maður fekk 1.500 krónur í bót fyri at vera eitt ólátaður í gjár - men tað hevði einki við nakra av stevnunum at gera.