Ongi úrslit

Tað er ikki sjálvsagt fyri meg at biðja um umbering

Áki Bertholdsen
11. sepember kl. 08:53

Landsstýrismaðurin í barnamálum, Djóni Nolsøe Joensen, gongur ikki við tonkum um at geva teimum børnum og ungum, sum eru send av landinum á stovn, um ein almenna umbering

Tað segði hann í Løgtinginum í gjár.

Liljan Weihe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, vildi hava hann at greiða frá, hvussu nógv børn og ung eru send av landinum síðani apríl 1975, tá umsitingin av barnaforsorgini bleiv flutt til Føroyar?

Hon spurdi eisini landsstýrismannin um tey eiga at fáa eina almenna umbering fyri at vit hava sent tey til Danmarkar.

Djóni Nolsøe Joensen ivast í um tað ber til at fáa tey neyvu tølini heilt aftur í tíðina. Men annars tekur hann undir við, at ein kanning verður sett í verk av hesum øki fyri at fáa greiði á, akkurát hvat tað var, sum gekk fyri seg

Men at hann skal biðja tey um eina almenna umbering vegna føroyskar myndugleikar, ivast hann í.

Sjálvur er hann pedagogur og í tí sambandi hevur hann fylgt børnum niður á stovn, og har tey hava fingið góða hjálp.

Men tað eru eisini dømi um, har tað hevur gingið illa.

– Tí er tað ikki sjálvsagt fyri meg at biðja tey um eina almenna umbering - eisini tí at vit eru framvegis ikki ordiliga komin á mál, tí enn hendir tað seg enn í einstøkum førum, at vit senda børn á stovn í Danmark, sigur hann.

Í dag eru trý føroysk børn á stovni í Danmark.

Men hann heldur eisini, at tað ber ikki til at samanbera støðuna fyrr, tá ið menningartarnað vórðu send av landinum, og støðuna í dag.

Tey børn, sum nú verða send av landinum, hava so stórar, og fjølbroyttar trupulleikar, at vit hava ikki fakligan førleikan at hjálpa teimum - og tá kunnu vit skjótt gera størri skaða enn gagn.

Tí vildi hann heldur, at føroyskir myndugleikar leggja trýst á seg sjálvar fyri at fáa skipa teir stovnar, sum krevjast, so at vit ikki hava fyri neyðini at senda børn av landinum, tí hann heldur, at tað eiga vit ikki at gera.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

26. november kl. 11:00

Alt selt eftir ein minutt

Í gjár kl. 13:46

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00

Ctrl+Alt+Del: Ein nýggj byrjan

27. november kl. 17:00

Minningarorð um Paula Nielsen: Hann var ikki tann, sum ræddist broytingar

26. november kl. 12:20