– Tað er heilt óskiljandi, at Tórshavnar Býráð játtar pengar upp á at kanna møguleikarnar fyri at gera flogvøll á Glyvursnesi.
Tað heldur Annika Olsen, býráðslimur í Havn fyri Tjóðveldi.
Í gjár samtykti Tórshavnar Býráð at játta 500.000 krónur til at kanna møguleikarnar fyri at gera flogvøll á Glyvursnes.
Men tað eru tað ikki øll, sum eru samd í tí. Allir fýra býráðslimirnir fyri Tjóðveldi atkvøddu ímóti og Býráðslimurin fyri Framsókn, atkvøddi blankt.
Sostatt eru tað Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, sum atkvøddu fyri at at játta pening til at kanna flogvøll á Glyvursnesi.
Annika Olsen, býráðslimur fyri Tjóðveldi, heldur, at hetta er ein raðfesting, sum er púra óskiljandi.
Hon vísir á, at kjarnuøki í kommununi bløða eitt nú á umhvørvisøkinum. Men kortini ætlar Tórshavnar Býráð at brúka pengar upp á eitt mál, kommunan púra einki hevur við at gera, tí tað at byggja flogvøll, er eitt landsmál burturav.
– Hon ivaðist eisini í um tað yvirhøvur er lógligt, tí talan er um eitt landsmál.
– Tá ið borgarstjórin so eisini blandar Nato upp í, verður málið láturligt og syrgiligt, sigur hon.
Hon vísir á, at Heðin Mortensen hevur sagt við íslendskar fjølmiðlar, at hann kundi hugsa sær, at Nato varð við at gera ein flogvøll á Glyvursnesi.
– Viðurskiftini við Nato er eitt uttanríkispolitiskt mál og eitt verjupolitiskt mál burtur av, sum als einki hevur við kommunurnar at gera, sigur hon.
Hon leggur kortini afturat, at hon tekur fult undir við, at vit fáa ein altjóða flogvøll í Føroyum, tí tað er neyðugt fyri at føra samfelagið framá.
– Men tað er fullkomiliga til onga nyttu hjá Tórshavnar Býtáð at brúka pengar upp á at kanna flogvøll á Glyvursnesi, tí Tórshavnar Kommuna hevur ikki ráð til at brúka einar tríggjar milliardir upp á at gera hann kortini. Hon sipar til, at tríggjar milliardir svara til tríggjar heilar fíggjarlógir hjá Tórshavnar Kommunu, so hon spyr, hvussu ætlanin er at fíggja ein flogvøll á Glyvursnesi.
Hon vísti eisini á, at tað eru fleiri kanningar gjørdar av flogvallarviðurskiftunum á Glyvursnesi, so tað er longu kannað væl og virðiliga
– Hetta snýr seg nokk meiri um tað, at borgarstjórin vil sleppa at senda nakrar rakettir upp, nú kommunuval verður í heyst, helt Annika Olsen fyri.
Tí skutu tey í Tjóðveldi upp at hesar 500.000 krónurnar ístaðin verða brúktar upp á umhvørvismál í kommununi, tí har eru eingir pengar til at seta tiltøk í verk.
Heðin Mortensen er ikki samdur, tí hann sigur, at talan er bara um eina kanning og tá ið úrslitið fyriliggur, verður málið aftur lagt fyri býráðið til viðgerðar.
Hann vísir á, at endamálið er ikki at gera ein fullfíggjaðan flogvøll, men um at gera eina flogbreyt sum kann verða byrjanin til ein rættiligan flogvøll.
– At gera flogvøll er eitt ikki landsmál, tí skulu vit bíða eftir landsins myndugleikum, koma vit at bíða leingi, leggur hann afturat.
Hann sigur, at hetta er ein flogvøllur, sum skal koma afturat vøllinum í Vágum, tí vit fáa brúk fyri báðum.
– Landsstýrið kann ikki blanda seg upp í, hvat vit gera innan fyri kommunumark, staðfestir borgarstjóran.
Hann skilur heldur ikki, hví tað er blást upp, at hann hevur nevnt Nato í einum setningi við ein íslendskan fjølmiðil.
– Hetta vísir, at eg havi traðkað onkran á tærnar, og tað gleðir men at eg havi gjørt tað, sigur Heðin Mortensen.