Ongi úrslit

Tað er framvegis sera góð forrætning at hava banka í Føroyum

Í fjør høvdu bankarnir 792 milliónir í yvirskoti

Áki Bertholdsen
9. juli kl. 10:13

Tað loysir seg væl at hava banka í Føroyum. Tað vísir ein uppgerð hjá Landsbankanum. Í 2023 høvdu bankarnir 776 milliónir í yvirskoti, men í fjør var tað 792 milliónir

Sí talvuna niðan fyri

Vøksturin í grundrakstrinum í 2023 stavaði í stóran mun frá øktum nettorentuinntøkum, sum vuksu við 72 prosent.

Netto-rentuinntøkurnar vuksu eisini í 2024, tó ikki so nógv, nevniliga seks proent.

Netto-rentuinntøkur er munurin ímillum rentuinntøkur frá útlánum og rentuútreiðslum á innlánum. Netto-rentuinntøkurnar øktust í tíðarskeiðinum frá á sumri 2022 til árslok 2023, tí føroysku bankarnir øktu útlánsrentuna meira, enn innlánsrentuna og tað merkir, at rentumarginalurin vaks.

Hinvegin hava bankarnir sagt, at tá ið rentuhækkingarnar tóku dik á seg, hækkaði rentan heldur ikki so nógv sum aðrastaðni.

Hinvegin hava inntøkurnar frá ómaksgjøldum verið lægri í 2021 - 2024, enn í undanfarnu árunum.

Innlánsrentan há bankunum er ikki hækkað líka nógv sum útlánsrentan og tað sæst aftur í yvirskotinum

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14